Sign up & Download
Sign in

Fyribils Reyðlisti

by Anna Maria Fosaa, Magnus Gaard, Janus Hansen
(2005)

Cite this document (BETA)

Available from Leivur Janus Hansen's profile on Mendeley.
Page 1
hidden

Fyribils Reyðlisti

Reyðlisti
Føroya Náttúrugripasavn
2005
Anna Maria Fosaa, Magnus Gaard og Janus Hansen
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistafl okking av plantum og fuglum
Page 2
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
2
Inngangur
Endamálið við hesum lista er, at fáa eitt yvirlit yvir sjáldsom plantu- og
fuglasløg, ið eru í vanda fyri at doyggja út, um fyrilit ikki verður havt.
Tær plantur, sum mett er um í fyrstu atløgu, eru tær, sum í Føroyskari
floru eru markaðar sum sera sjáldsamar, t.e. at tær bert eru funnar á færri
enn 10 vakstrarstøðum. Teir fuglar, sum mett er um, eru teir, sum verða
roknaðir at vera ella hava verið búfuglar í Føroyum. Sløgini eru flokkað
við støði í teirri vitan, ið Føroya Náttúrugripasavn hevur frá kanningum og
teimum upplýsingum, ið eru til skjals á savninum. Upplýsingar er eisini
fingnar til vegar frá Botanisk Museum, Københavns Universitet, har tær
elstu planturnar, ið eru savnaðar í Føroyum, eru til skjals. Umframt hesa
skjalfestu vitan eru upplýsingar savnaðar frá fólki við góðari vitan um
føroyska fuglalívið. Á samlaða listan eru komin tilsamans 74 plantur og 54
fuglar og í sonevndu hóttanarbólkarnar eru komin 45 plantur og 54 fuglar.
Ein listi við hóttum plantum og djórum verður kallaður ein reyðlisti. Ein
reyðlisti er ein meting av, hvussu stórur vandin er fyri, at ávísar plantur og
ávís djór doyggja út. At djór og plantur doyggja út, er einki nýtt, og er tað
ein partur av natúrligu gongdini, ið er á jørðini. Menniskjan sjálv hevur
ikki verið á jørðini serliga leingi, og fyri trimum milliardum árum síðan
vóru einans einkyknuverur til. Hesar seinnu øldirnar er tað tó soleiðis, at
virksemið hjá menniskjum hevur ført við sær, at plantur og djór doyggja
út í sera stórum tali. Fyritreytin fyri yvirhøvur at kunna gera ætlanir um
at reyðlista plantur og djór er sostatt, at vit viðurkenna, at plantur og djór
doyggja út av mannaávum. Tá ið vit hava viðurkent, at soleiðis er, mugu
vit royna at finna orsakirnar til, at plantur og djór hvørva, og síðan royna at
steðga gongdini eftir førimuni.
Hesin listin er byrjanin til reyðlistaarbeiðið í Føroyum. Fyri at fylgja
við gongdini hjá sløgunum er ætlanina at fara út og kanna búfjøldirnar
hjá plantunum á hvørjum ári, og harumframt gera regluligar teljingar av
fuglunum.
Tað er eingin ivi um, at tað er tørvur á reyðlistum í Føroyum. Fyri flest ríki
ella fylki av lívverum er galdandi, at vit hava ov lítlan kunnleika til tíðleika
og útbreiðslu av sløgunum í Føroyum til at kunna meta neyvt um vandan
fyri, at sløg hvørva úr náttúru okkara. Hetta er galdandi fyri smáverur,
ryggleys dýr, soppar og tarar.
Blómuplanturnar og fuglarnar meta vit tó, at vit hava rímiligan góðan
kunnleika til, soleiðis at vit kunna flokka sløgini samsvarandi altjóða
reyðlistatreytum. Sum nevnt eru sløg horvin úr Føroyum seinnu árini, og
nógv sløg tykjast at vera í afturgongd. Besta dømi á okkara leiðum er uttan
iva gorfuglurin, sum átti í Norðurhøvum fyri 200 árum síðan. Gorfuglur
minti mest um eina stóra álku, men vigaði sjey ferðir so nógv. Veingirnir
vóru so smáir, at hann ikki kundi flúgva. Tað varð honum at bana, tí hann
mátti sum allir aðrir sjófuglar upp á land at verpa og ansa pisuni. Av tí at
gorfuglurin ikki kundi flúgva, reiðraðist hann á lágum hólmum og hellum,
har hann kundi ganga upp. Sjálvt um hann varð veiddur her, hevur hann
Page 3
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
3
neyvan átt her. Seinasti gorfuglurin, sum varð veiddur í Føroyum, sigst at
vera tikin í Stóru Dímun 1. juli 1808. Seinastu tveir gorfuglarnir, sum eru
sæddir á lívi, vórðu dripnir á Eldey í Íslandi 3. juni 1844. Tann eini lá á eggi.
Teir vórðu seldir fyri 80 ríkisdálar. Hamarnir eru burtur, men kropparnir
liggja í spritti á Københavns Zoologiske Museum sum eitt ræðandi minni
um, hvat kann henda, tá veiða fer fram uttan fyrilit. Eisini onnur minni
ásýnilig sløg eru deyð út á okkara leiðum. Vill rósa er eitt gott dømi um eina
plantu, ið hevur havt fleiri vakstrarstøð í Føroyum, men sum nú er um at
hvørva úr náttúru okkara orsakað av broytingum í landbúnaðarmynstrinum.
Gorfuglur er útdeyður í øllum heiminum, vill rósa hvørvur í Føroyum, men
doyr ikki út, tí hon hevur betri kor aðrastaðni í heiminum.
Einasta lóg í Føroyum, ið beinleiðis friðar ávís lívverusløg, er løgtingslóg nr.
27 frá 09.09.1954 um fuglaveiðu. Onnur sløg, ið ikki eru umfatað av nakrari
veiðilóg sum t.d. sjáldsamar plantur ella sjáldsom dýr, er heimild til at friða
eftir løgtingslóg nr. 48 frá 09.07.1970 um náttúrufriðing, seinast broytt í
1995. Lógin heimilar friðing av ávísum plantu- og djórasløgum, ið hava
serligan náttúruvísindaligan ella søguligan áhuga. Einki slag í Føroyum er
friðað við støði í hesi heimild. Onkur sløg hava kanska hórað undan, tí øki
eru vorðin friðað t.d. orsakað av eini byggiætlan.
Hinvegin hava vit tey seinnu árini fingið skyldu til at fylgja við, varðveita
og møguliga friða nógv sløg sambært altjóða sáttmálum. Tað er ógvuliga
ógreitt, í hvønn mun ymsu sáttmálarnir eru í gildi í Føroyum, og uppaftur
ógreiðari er, júst hvørjar skyldur sáttmálarnir áleggja okkum.
Skal ein føroyskur reyðlisti tæna nøkrum endamáli, er tað av týdningi at fáa
greiðu á, hvussu vit skulu nýta hann. Skal hann hava víðfevndar avleiðingar
fyri, hvussu náttúran verður umsitin, ella skal hann bert vera upplýsandi
og leiðbeinandi í ítøkiligum friðingarmálum? Eitt annað, ið eisini er vert
at hava í huga, er, at ein reyðlisti letur upp fyri møguleikanum til at brúka
heimildirnar í náttúrufriðingarlógini til at friða ávís sløg á einum sakligum
grundarlagi.
Plantufrøðiligar kanningar í Føroyum
Føroyska floran hevur verið kannað av plantufrøðingum síðan 18. øld og er
lutfalsliga væl skjalprógvað. Tað, ið liggur til skjals í dag, er tó avmarkað
til plantulistar frá ávísum gróðrarbrigdum og støðum. Jens Chr. Svabo
nevnir í sínum yvirliti frá 1781-1782 100 plantusløg í Føroyum. Harnæst
nevnir Nicolaj Mohr í 1786 25 plantur í Føroyum í síni frágreiðing um eina
íslendska náttúrusøgu. Umframt hesar plantur nevnir Jørgen Landt í ár 1800
203 sløg í Føroyum. Hansara frágreiðing byggir á upplýsingar frá N. Mohr
og J.C. Svabo. Tíverri er handritið hjá N. Mohr horvið. Tað verður longu í
floruni hjá Emil Rostrup frá 1870 nevnt sum eitt handrit, ið ikki er at finna.
Ein av elstu plantunum, ið er við í hesum bóklingi, er til skjals á Botanisk
Museum, Københavns Universitet. Hetta er neyðarnartl (Anagallis tenella),
ið N. Mohr hevur funnið í 1790. Hans Chr. Lyngbye, sum mest kannaði tarar
í Føroyum, ger eisini ein lista við hægri plantum í 1822. Seinni hava nógvir
Page 4
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
4
plantufrøðingar vitja í Føroyum. J.W. Horneman var í Føroyum í 1821 og
1837, W.C. Trevelyan í 1835 og 1837 og C. Martins í 1848. Í 1867 vóru
danskir plantufrøðingar í Føroyum og gjørdu eina gagnmetandi endurskoðan
av teimum skrásetingum, sum áður vóru gjørdar, og til samans fingu teir ein
lista við 307 sløgum. Fleiri navnframir plantufrøðingar hava síðan vitjað
í Føroyum, ein av teimum mest kendu er C.H. Ostenfeld, ið saman við J.
Hartz gjørdi ein lista við 64 plantusløgum.
Eitt av teimum mest víðtøknu verkunum frá teirri tíðini er Botany of the
Faeroes I-III (1901-1908), ið E. Warming ritstjórnaði. Hetta bókaverk
inniheldur úrslit frá plantufrøðiligum kanningum úr Føroyum í 1895-1900.
Fleiri vísindamenn luttóku, nevnast kunnu C.H. Ostenfeld, ið kannaði hægri
plantur, C. Jensen, ið kannaði mosar og E. Warming sjálvur, sum skrivaði
um vistfrøði. Í 1936 kemur fyrsta floran á føroyskum máli eftir Rasmus
Rasmussen, í 1952 kemur ein nýggj broytt útgáva við fleiri plantum, ið
eru nýfunnar í Føroyum. Við tí endamáli at fáa upplýsingar um útbreiðslu
og tíðleika av hægri plantum vórðu víðtøknar kanningar gjørdar um allar
Føroyar 1960-1961. Í sambandi við hesar kanningar vórðu fleiri nýggj sløg
funnin í Føroyum. Í 2000 kom nýggj føroysk flora eftir Jóhannes Jóhansen,
og í 2000 kom ein dagførdur listi yvir útbreiðslu av hægri plantum. Í
nýggjari tíð hevur verið langt ímillum, at nýggj sløg eru funnin. Seinastu
skrásetingar av nýggjum sløgum úr Føroyum eru frá 1999 tá ið Anna Maria
Fosaa og Jonas Laweson funnu ein lodnan fjallatistil á mosarókum og í 2002
tá ið Kieffe fann eitt nýtt slag av støri Carex glareosa.
Fuglafrøðiligar kanningar í Føroyum
Dicuil skrivaði í ár 825, at í Føroyum er sjófuglur í ómetaliga stórum tali.
Og longu í Fuglakvæði eldra, sum helst er meira enn 500 ára gamalt, hoyra
vit um yvir 40 fuglasløg. Fleiri av sløgunum hava nøvn, sum vit kenna
aftur, men nøkur av nøvnunum kenna vit ikki. Tað er áhugavert, at fleiri av
sløgunum í Fuglakvæði eldra, sum vit kenna, als ikki eru í Føroyum í dag,
eitt nú gorfuglur, havørn og hvítravnur.
Vísindaligar frágreiðingar um fuglar í Føroyum eru tøkar heilt aftur til uml.
1600. Fyrstu uppskriftirnar av fuglasløgum her á landi gjørdi norski læknin
Henrik Højer. Tær nýtir niðurlendski náttúrugranskarin Carolus Clusius í
verki sínum Exoticorum Libri decem frá 1605, har hann eitt nú lýsir fuglin í
Føroyum. Eisini lýsti Ole Worm í verki sínum Museum Wormianum frá 1655
nógvan fugl úr Føroyum, sum prestarnir Lucas Debes og Hans Rasmussen
høvdu sent til hansara. Við hesum kom vísindaheimurin at kenna føroyska
fuglalívið væl, 100 ár áðrenn nakað tílíkt varð útgivið um fuglalívið í
grannalondunum. Í 150 ár eftir hetta var vanliga hugsanin, at fuglasløg sum
súla, havgás, lundi, skúgvur og gorfuglur vóru sløg, sum einans vóru at finna
í Føroyum.
Í hesi tíðini og fram til útgávuna hjá Brünnich í 1764, fáa vit at vita um
52 fuglasløg í Føroyum. Brünnich var tann fyrsti, ið skrivaði nøvnini á
fugli eftir tvínevnisskipanini hjá Linné, og tí eru fleiri av teimum latínsku
Page 5
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
5
frøðiheitunum, sum Brünnich setti á fuglarnar, í nýtslu í dag. Brünnich gav
fleiri fuglum navn eftir føroyska málburðinum, tí at tað var úr Føroyum,
at fuglarnir vóru kendir. Eitt nú skúgvur hevur í dag latínska frøðiheitið
Catharacta skua. ”Týpustaðið” setti Brünnich at vera Skúvoy, og tí noyðist
ein nútíðargranskari, sum vil síggja ein ”týpiskan” skúgv, til Skúvoyar.
Stutt eftir Brünnich skrivaði Jens Christian Svabo kenda verk sítt
Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782, har fyrsta bók næstan
bara er um fuglar. Hetta er so væl úr hondum greitt, at tá, eins og 100 ár
frammanundan, var fuglalívið í Føroyum betur kent enn í flestum evropisku
londum.
Næstu hundrað árini verða nógv verk útgivin um fuglalívið í Føroyum. Verk
hjá m.a. Nicolaj Mohr, Jørgen Landt og Carl Julian Graba.
Í verkinum Zoology of the Faroes tekur Finn Salomonsen saman um alt
tað tilfar, sum var skrivað um fugl í Føroyum fram til 1934. Í hesum og
einum uppískoyti frá 1942 verður givið eitt yvirlit yvir 199 sløg, undirsløg
og frábrigdi, umframt at greitt verður frá tí, sum er kent um lívfrøðilig
viðurskifti hjá teimum í Føroyum.
Mikkjal á Ryggi gav í 1951 út Fuglabókina, og lítið man vera at ivast í, at
henda bók er vorðin fólkaogn fram um aðrar.
Nólsoy hevur havt eina serstøðu í okkara vitan um fuglarnar, sum eru
her. Longu síðst í 19. øld byrjar Peter Ferdinand Petersen, Petur á Botni,
útstappari, at skriva dagbók um fuglar. Eftir Petur tók sonurin Niels á Botni
yvir, bæði sum fuglafrøðingur og útstappari. Í fótasporum teirra heldur Jens-
Kjeld Jensen fram við hesum arbeiði. Hann hevur búsett seg í Nólsoy og
hevur í mong ár útstappað og ringmerkt fuglar. Eisini hevur hann skrásett
nógv fuglasløg, ið eru sædd fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Fyrstu teljingina av øllum fuglasløgum á einari heilari oyggj í Føroyum stóð
Anders Holm Joensen fyri í 1961, tá ið hann taldi allan fuglin í Skúvoy.
Eisini skrivaði hann í 1966 bókina Fuglene på Færøerne.
Fyrsti landsstovnur, ið fór undir fuglakanningar, var Fiskirannsóknarstovan.
Her byrjaði Andrias Reinert at ringmerkja lomviga í 1968, og í 1972 var
Fiskirannsóknarstovan við til at skipa fyri fyrstu landsumfatandi teljing av
lomviga, og súlan varð eisini tald. Bergur Olsen var við í hesum teljingum,
og hann hevur hildið fram síðan. Tølini frá hesum kanningum og arbeiðið,
sum er sprottið úr teimum, eru orsøkin til, at vit nú í dag hava góða vitan um
gongdina hjá lomviga-, álku-, ritu-, lunda- og súlubúfjøldunum.
Ein stórhending í sambandi við skráseting av fuglalívinum í Føroyum fór
fram í 1981, tá ið Dorete Bloch skipaði fyri einari landsumfatandi teljing
av fuglum. Hetta er einasta roynd, sum er gjørd í Føroyum at telja tað
fuglameingið, sum ikki er umfatað av áðurnevndu sjófuglakanningunum.
Stutt eftir hetta, í 1984, kom tann fyrsti av higartil trimum einvorðnum
yvirlitum fyri fuglar í Føroyum.
Í 1990 kom bókin Fuglar í Norðurhøvum, sum Søren Sørensen og Dorete
Bloch hava skrivað.
Page 6
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
6
Hvat er IUCN?
At gera reyðlistar er at gera eina meting av vandanum fyri, at ávís djóra-
og plantusløg doyggja út. Tey síðstu fýra áratíggjuni hevur hetta arbeiði á
altjóða stigi verið samskipað av náttúruvarðveitslustovnurin IUCN.
IUCN er ein stytting fyri International Union for Conservation of Nature,
og tað er júst tað, sum altjóða náttúruvarðveitslustovnurin IUCN er. SSC
(Species survival comittee) er bólkur undir IUCN, ið tekur sær av øllum
tí partinum av varðveitsluarbeiðinum í IUCN, sum snýr seg um hótt
sløg. Tá ið endamálið hjá IUCN er at varðveita margfeldið av djórum og
plantum í øllum heiminum, hevur eitt av aðalmálunum hjá IUCN verið at
fevna so víða sum gjørligt. Tað hevur sostatt verið eitt endamál í sjálvum
sær, at so nógv lond og so nógvir stovnar sum møguligt hava verið við í
arbeiðinum hjá IUCN. IUCN hevur sum nevnt í fýra áratíggju framleitt
reyðlistar. IUCN hevur fyrst og fremst framleitt reyðlistar, ið fatað um allan
heimin. Av teimum plantum og djórum, sum eru í Føroyum, eru ógvuliga
fá í vanda fyri at doyggja út í øllum heiminum. Afturat hesum hevur
IUCN gjørt leiðreglurnar, ið ymisk øki og lond hava fylgt, tá ið tey hava
gjørt sínar økisreyðlistar. Í 1994 vórðu allar leiðreglurnar hjá IUCN fyri
reyðlistaflokking endurskoðaðar. Ísland og Svøríki eru einastu Norðurlond,
ið hava endurskoðað sínar reyðlistar sambært nýggju leiðreglunum hjá
IUCN. Í Danmark er arbeiði væl áleiðis og kann síggjast á heimasíðuni
http://redlist.dmu.dk.
Reyðlistaflokkingin
Leiðreglurnar fyri reyðlistaarbeiðið ið her er gjørt, gav IUCN út í 2001.
Tær fatað um 9 bólkar (categories) harav 3 eru sonevndir hóttanarbólkar.
Plantur og djór skulu lúka ávísar treytir (criteria) fyri at koma í ein ávísan
bólk. IUCN mælir til, at somu styttingar verða nýttar fyri bæði bólkar og
treytir í øllum londum. Styttingarnar í hesi frágreiðing eru sostatt tær ensku
styttingarnar.
Bólkarnir eru:
Á føroyskum IUCN-stytting
Útdeytt EX (Extinct)
Útdeytt í Føroyum RE (Regionally extinct)
Sera hótt CR (Critically endangered)
Hótt EN (Endangered)
Viðbrekið VU (Vulnerable)
Nærum hótt NT (Near Threatened)
Ikki hótt LC (Least Concern)
Dátutrot DD (Data Deficient)
Eingin meting NE (Not Evaluated)

Page 7
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
7
Hóttanarbólkarnir eru “sera hótt”, “hótt” og “viðbrekið”. Tað eru hesir
bólkarnir, ið størst hóvasták verður gjørt burturúr. Skal ein IUCN-reyðlisti
gerast, skal flokkast eftir heilt neyvum treytum, sum helst skulu vera heilt
eins fyri allan heimin. Hinir bólkarnir byggja á meira kvalitativar metingar
av sløgunum og sjálvandi eisini á, at sløgini ikki lúka treytirnar fyri at koma
í ein av hóttanarbólkunum.
Fyrst og fremst eru allir bólkarnir settir í eina stigskipan. Stigskipanin sær
soleiðis út.

Tað merkir, at fyrst verða øll tey sløg vald út, ið skulu kannast og metast.
Tann fyrsta metingin, ið gjørd verður, er, um okkara kunnleiki til slagið er
nóg góður til, at vit kunnu flokka tað í ein hóttanarbólk. Í Føroyum eru tað
rættiliga nógvar plantur, ið verða flokkaðar í bólkin dátutrot (DD), hóast tær
eru ómetaliga sjáldsamar. Hetta kann vera, tí at ongar skrásetingar seinnu
árini eru frá gomlum vakstrarstøðum, ella at plantan er so lítið ásýnilig. Um
tað ikki er dátutrot, verður ein roynd gjørd at meta um, hvønn hóttanarbólk,
slagið skal flokkast í: “sera hótt” (CR), “hótt” (E) ella “viðbrekin” (VU).
Um slagið ikki lýkur nakra av treytunum (Síða 12 og 13) verður slagið
annaðhvørt flokkað í bólkin “nærum hótt” (NT) ella “ikki hótt” (LC).
Meting gjørd
Nøktandi dátur
Hóttanarbólkar
EX
RE
CR
EN
VU
NT
LC
DD
NE
Page 8
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
8
Treytir
Tá ið eitt slag verður flokka í ein hóttanarbólk, eru tað nakrar treytir, ið
slagið skal lúka. Alt eftir hvør hóttanin er, og hvussu útbreitt slagið er, eru
ymiskir flokkingarmøguleikar. Treytirnar eru bólkaðar í 5 bólkar. Hesir 5
bólkarnir av treytum eru gjørdir, fyri at reyðlistar skulu vera galdandi fyri
allar teir sera ymisku bólkarnar av djórum, plantum og soppum. Harumframt
skal tað altíð vera møguligt at reyðlista eitt slag á einum øki, um mett
verður, at slagið er hótt.
A. Búfjøldin minkar skjótt
Ávís inntriv í náttúruna kunnu hava ógvisligar avleiðingar fyri plantur og
djór. Plantur og djór, sum eru vanlig í Føroyum, kunnu brádliga gerast
sjáldsom og kanska hvørva heilt. Tá ið tað snýr seg um lutfalsliga stórar
stovnar av djórum og plantum, ið minka skjótt, er møguligt at flokka sløgini
eftir bólkinum av treytum nevndar A. Einans fá fuglasløg og einki plantuslag
eru flokkað eftir treyt A. Tað er eingin ivi um, at fleiri plantusløg kundu
verið flokkað á hendan hátt, um neyvari kanningar vórðu gjørdar. Nógvar
heilt vanligar plantur hava verið í afturgongd seinastu 50 árini. Lyngheiðar
og mýrilendi eru búøki, sum vegna búseting, innstiking av traðum og
velting eru sera nógv minkað seinastu 50 árini. Heilt vanligar plantur sum til
dømis heiðalyngur kundu tískil verið reyðlistaðar, um hesi viðurskifti vórðu
kannað neyvari, t.d. við gomlum loftmyndum.
B. Landafrøðilig fyrikoma/útbreiðsla
Sum útbreiðsluøki eru Føroyar ikki stórar. Um landafrøðiliga fyrikomuøkið
ella útbreiðsluøkið er lítið, ber til at bólka eitt slag eftir hesum treytum.
Umframt lítið útbreiðsluøki skal bufjøldin eisini vera í minking, atskild ella
óstøðug. Eingin fuglur er bólkaður eftir hesum treytum. Fleiri plantur eru
bólkaðar eftir hesum treytum. Um ein planta er á færri enn 10 atskildum
vakstrarstøðum, og samstundis verður mett at vera óstøðug, skal hon
flokkast í ein hóttanarbólk eftir hesum treytum.
C. Búfjøldin er lítil og minkar
Um nú búfjøldin av einum slagið er lítil í Føroyum og samstundis er
minkandi, so kann slagið bólkast í ein hóttanarbólk eftir hesum treytum. Av
tí at vit als ikki hava havt siðvenju at telja, hvussu nógvar plantur av einum
ávísum slagi eru á einum vakstrarstaði, hevur tað ikki verið møguligt at
reyðlista nakra plantu eftir hesum treytunum. At telja fugl hevur hinvegin
verið vanligari. Av tí at búfjøldirnar av fugli í Føroyum ofta eru lítlar, eru
fleiri fuglasløg reyðlistað eftir hesum treytum.
D. Sera lítil búfjøld
Hóast eitt slag ikki minkar á einum øki, er møguleiki at reyðlista slagið, um
búfjøldin á økinum er sera lítil. IUCN hevur í sínum leiðreglum mett, at sera
Page 9
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
9
lítlar búfjøldir altíð eru í vanda, við tað at ein einstøk hending kann oyða
búfjøldina. Tað er eingin loyna, at nógvar búfjøldir av bæði fugli og plantum
eru sera smáar í Føroyum. Hetta er tískil mest brúktu treytirnar at flokka
sløgini í hóttanarbólkar í hesum reyðlistanum.
E. Talgreining
Ein talgreining av møguleikanum hjá einari búfjøld at doyggja út, kann
gerast við ymsum kanningum. Hóast einki neyvt tal fyri støddina á einari
búfjøld er tøkt, ber til at fylgja við gongdini í útvaldum økjum. Um
minkingin er kend í eitt ávíst tíðarskeið. So ber til at gera myndlar, sum
siga hvussu stórur møguleikin er fyri, at búfjøldin hvørvur innan eitt ávíst
áramál. Men vit hava als ikki havt møguleika fyri at gera nakrar tílíkar
myndlar her, og tí er einki slag flokka eftir hesum treytum.
Hóttanir
Sløgini eru fyri ymiskum hóttanum, og her verður víst á 12 ymiskar hóttanir.
1. Tøka úr náttúruni
2. Avveiting
3. Landbúnaður
4. Ovbit
5. Veðurlagsbroytingar
6. Fremmand sløg
7. Dálking
8. Tøka av tilfari (gróti, flagi og sandi), har slagið er.
9. Rándýr
10. Fiskireiðskapur
11. Órógv
12. Veiða
Tey flestu av sløgunum eru fyri fleiri hóttanum. Hvørjum hóttanum tey
einstøku sløgini eru fyri, sæst í yvirlitinum.
Føroyar og grannarnir
Grannalondini hjá okkum hava øll arbeitt við reyðlistum í nøkur ár. Øll
okkara grannalond hava eitt størri lívfrøðiligt margfeldi, enn vit hava í
Føroyum.
Tað hevur víst seg at vera ymist, hvønn týdning grannalondini leggja í
teirra reyðlistar. Nøkur av londunum eru limir í ES, og onnur eru ikki.
Í náttúrupolitikkinum hjá ES eru víðgongd kravboð um varðveitslu av
búøkjum og sløgum, t.e. “Habitatdirektivið”, ið nú nevnist Natura 2000.
Hesi kravboð eru so víðfevnd, at tey hava gjørt fleiri av tjóðarframtøkunum
meir ella minni týdningarleys í teimum londunum, sum eru limir í ES.
Natura 2000 fatar um hótt búøki og hótt sløg, sum skulu verjast. Tá ið
Page 10
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
10
Habitatdirektivið varð sett í verk, var ein av vansunum, hvørjir hættir, ið
skuldu nýtast til at gera av, hvørji sløg skuldu á listan yvir hótt sløg. Tey
sløgini, ið vóru í Bern-sáttmálanum, komu á fyrsta listan. Síðan er avgerð
tikin um, at leiðreglurnar hjá IUCN fyri hótt djóra- og plantusløg skulu
nýtast sum grundarlag fyri flokking av hóttum sløgum í ES. Alt í alt hevur
hetta við sær, at um lond eru limir í ES ella ikki, so er reyðlistaarbeiðið av
alstórum týdningi.
Hetta hava øll okkara grannalond ásannað, og um vit byrja fyri norðan, so
gjørdu íslendingar sín fyrsta reyðlista í 1965. Hesin fyrsti reyðlistin í Íslandi
var ikki grundaður á bólkarnir hjá IUCN. Hesi reyðlisti hevði við sær, at
25 sløg av plantum vórðu friðað í 1967. Listin er seinni endurskoðaður, og
31 plantur eru síðan friðaðar. Í 1996 kom fyrsti íslendski reyðlistin, ið var
tillagaður og grundaður á endurskoðaða bólkingarháttin hjá IUCN.
Í Noregi komu fyrstu reyðlistarnir eftir gomlu leiðreglunum hjá IUCN í
1984. Síðan eru fýra reyðlistar komnir út. Tann seinasti kom í 1998, men
hann nýtir framvegis tær gomlu leiðreglurnar. Í Noregi hava reyðlistarnir
havt trupult við at vinna sær nakra lóggilding ella góðkenning frá politiska
valdinum yvirhøvur. Heimildir at friða ávís djóra- og plantusløg hava verið
fingnar aðrastaðni frá.
Í Danmark kom tann fyrsti reyðlistin í 1977. Tann seinasti reyðlistin kom í
1997, men hann bygdi framvegis á tær gomlu leiðreglurnar hjá IUCN.
Maðurin, sum menti navngevingina av øllum sløgum í heiminum, var
sviin Carl von Linné. Hansara tvínevnisskipan av djórum og plantum
gjørdist víðagitin og verður framvegis nýtt í dag. Tað er uttan iva orsakað
av Linné, at Svøríki er tað Norðurlandið, ið hevur nýtt mest orku upp á
reyðlistaarbeiðið. Svøríki hevur sum heild eina sterka siðvenju á hesum
økinum. Alt arbeiði við at varðveita og skráseta sløg er samskipað av
ArtDatabanken. Alt reyðlistaarbeiðið hjá svium kann síggjast á heimasíðuni
www.artdata.slu.se. Seinasti reyðlistin kom út í Svøríki í 2000, og ein
nýggjur kemur í 2005. Báðir hesir reyðlistarnir nýta tær nýggju leiðreglurnar
hjá IUCN.
Page 11
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
11
A. Minking av búfjøld Sera hótt (CR) Hótt (EN) Viðbrekin (VU)
1. Ein eygleidd, mett, roknað ella grunað minking upp á: ≥ 90% ≥ 70% ≥ 50%
... seinastu 10 árini ella 3 ættarliðini – tað, sum er longsta tíðarskeiðið – tá ið orsakirnar greitt
kunnu vendast OG eru útgreinaðar OG eru steðgaðar sambært ið hvussu er einari av hesum
treytum:
a. Kannað við beinleiðis eygleiðingum
b. Kannað við at nýta eitt tal-indeks
c. Grundað á minking í fyrikomuøki, útbreiðsluøki og/ella versnan í góðsku á búøki
d. Grundað á eina áleikandi ella møguliga menniskjaliga nýtslu av slagnum
e. Grundað á ávirkan frá innsløddum sløgum, kynblanding, sjúkuelvarumar, dálking, kapping ella
sníkum
2. Ein eygleidd, mett, roknað ella grunað minking upp á: ≥ 80% ≥ 50% ≥ 30%
... seinastu 10 árini ella 3 ættarliðini – tað, sum er longsta tíðarskeiðið – tá ið orsakirnar ikki heilt
víst kunnu greitt vendast ELLA eru útgreinaðar ELLA eru steðgaðar sambært ið hvussu er einari av
hesum treytum:
a. Kannað við beinleiðis eygleiðingum
b. Kannað við at nýta eitt tal-indeks
c. grundað á minking í fyrikomuøki, útbreiðsluøki og/ella versnan í góðsku á búøki
d. Grundað á eina áleikandi ella møguliga menniskjaliga nýtslu av slagnum
e. Grundað á ávirkan frá innsløddum sløgum, kynblanding, sjúkuelvarum, dálking, kapping ella
sníkum
3. Ein væntað eller grunað minking upp á: ≥ 80% ≥ 50% ≥ 30%
... næstu 10 árini ella 3 ættarliðini – tað, sum er longsta tíðarskeiðið, tó í mesta lagi 100 ár –
sambært ið hvussu er einari av hesum treytum:
b. Kannað við at nýta eitt tal-indeks
c. Grundað á minking í fyrikomuøki, útbreiðsluøki og/ella versnan í góðsku á búøki
d. Grundað á eina áleikandi ella møguliga menniskjaliga nýtslu av slagnum
e. Grundað á ávirkan frá innsløddum sløgum, kynblanding, sjúkuelvarum, dálking, kapping ella
sníkum
4. Ein eygleidd, mett, roknað ella grunað afturgongd upp á: ≥ 80% ≥ 50% ≥ 30%
... í 10 ár ella 3 ættarlið – tað, sum er longstað tíðarskeiðið, tó í mesta lagi 100 ár fram í tíðina
– har tíðin fevnir um bæði fortíð og framtíð OG har afturgongdin og orsakirnar til hana kanska ikki
eru steðgaðar ELLA ikki enn eru skildar ELLA ikki kunnu vendast, sambært ið hvussu er einari av
hesum treytum:
a. Kannað við beinleiðis eygleiðingum
b. Kannað við at nýta eitt tal-indeks
c. Grundað á minking í fyrikomuøki, útbreiðsluøki og/ella versnan í góðsku á búøki
d. Grundað á eina áleikandi ella møguliga menniskjanliga nýtslu av slagnum
e. Grundað á ávirkan frá innsløddum sløgum, kynblanding, sjúkuelvarum, dálking, kapping ella
sníkum
Page 12
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
12
B. Landafrøðilig útbreiðsla Sera hótt (CR) Hótt (EN) Viðbrekin (VU)
1. Útbreiðsluøkið er mett til: < 100 km2 < 5.000 km2 < 20.000 km2
... og lýkur í minsta lagi tvær av niðannevndnu treytum (a-c):
a. Útbreiðslan er sera atskild ella einans avmarkað til: 1 stað 2-5 støð 6-10 støð
b. Ein eygleidd, grunað ella væntað afturgongd av:
i. útbreiðsluøki
ii. fyrikomuøki
iii. vídd og/ella góðsku á búøki
iv. talinum á bústøðum ella partbúfjøldum
v. talinum á kynsbúnum lívverum
c. Sera stór sveiggj í:
i. útbreiðsluøki
ii. fyrikomuøki
iii. talinum á bústøðum ella partbúfjøldum
iv. talinum á kynsbúnum lívverum
2. Fyrikomuøkið er mett til: < 10 km2 < 500 km2 < 2.000 km2
... oglýkur í minsta lagi tvær av niðannevndu treytum (a-c):
a. Útbreiðslan er sera atskild ella einans avmarkað til: 1 stað 2-5 støð 6-10 støð
b. Ein eygleidd, grunað ella væntað afturgongd av:
i. útbreiðsluøki
ii. fyrikomuøki
iii. vídd og/ella góðsku á búøki
iv. talinum á bústøðum ella partbúfjøldum
v. talinum á kynsbúnum lívverum
c. Sera stór sveiggj í:
i. útbreiðsluøki
ii. fyrikomuøki
iii. talinum á bústøðum ella partbúfjøldum
iv. talinum á kynsbúnum lívverum
C. Minkandi búfjøld Sera hótt (CR) Hótt (EN) Viðbrekin (VU)
Talið á kynsbúnum lívverum er: < 250 < 2.500 < 10.000
... og lýkur eina av niðannevndu treytum:
1. Ein mett áhaldandi minking upp á minst : 25% 20% 10%
yvir (ár): 3 5 10
ella (ættarlið) 1 2 3
... tað, sum er longsta tíðarskeiðið, tó í mesta lagi 100 ár
2. Ein eygleidd, væntað ella roknað áhaldandi minking í talinum á kynsbúnum lívverum umframt ið
hvussu er eina av niðannevndu treytum (a-b):
a. Ein bygnað av búfjøldini, har annaðhvørt:
i. í ongari partbúfjøld er talið á kynsbúnum lívverum: > 50 > 250 > 1.000
ii. av øllum kynsbúnum lívverum eru í einari partbúfjøld: 90% 95% 100%
b. Talið á kynsbúnum lívverum sveiggjar sera nógv
D. Sera lítil ella avmarkað búfjøld Sera hótt (CR) Hótt (EN) Viðbrekin (VU)
1. Talið á kynsbúnum lívverum er: < 50 < 250 < 1.000
2. Útbreiðsluøkið ella kendu bústaðirnir eru: - - < 20 km
2
ella < 5
E. Talgreining Sera hótt (CR) Hótt (EN) Viðbrekin (VU)
Sannlíkindini fyri at doyggja út í náttúruni eru í minsta lagi: 50% 20% 10%
í næstu (ár): 10 20 100
ella (ættarlið): 3 5 -
... tað, sum er longstað tíðarskeiðið.
Page 13
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
13
Niðurstøða
Størstu hóttanirnar, ið plantur á láglendi eru fyri, eru 2. og 3. Hesar hóttanir
gera seg serliga galdandi í mýrilendi, í vøtnum og annars á láglendi sum
heild. Hóttan 3. fatar bæði um velting, traðarbrúk, taðing og bygging. Hóttan
4. ger seg galdandi allastaðni í náttúruni og hóttan 5. kundi verið ein hóttan
í sambandi við háfjallaplantur, ið kunnu hvørva, um veðurlagið gerst heitari.
Hóttan 6. er ikki nýtt hjá plantunum, tí bert tey øki, har tær hóttu planturnar
vaksa, hava verið kannað. Men hesin bólkur kundi verið ein hóttan í
framtiíðini. Hóttan 7. og 8. gera seg serliga galdandi fram við strendurnar.
Tær hóttanir, ið fuglur er fyri, eru ikki tær somu sum planturnar eru fyri,
men nógvar av teimum sum eru nevndar fyri plantur, eru eisini galdandi
fyri fuglar. Hóttan 9. er ein tílík sum einans er fyri fugl. Fleiri fuglasløg eru
í stóran mun ávirkað av rándýrum. Rándýrini, ið her verður hugsað um,
eru rotta og ketta. Tann fuglur, sum heldur til á bygdum øki, er altíð fyri
hóttan frá kettum. Eisini smærri fuglur, sum er í haganum tætt við bygd
øki, er fyri hóttan frá kettu. Rotta ger sera stóran skaða á fugl, sum ger sær
reiður í holum. Tað sæst sera væl við, at sløg sum drunnhvíti, skrápur og
lundi nærum ikki eiga, har rotta er. sum er beinleiðis ávirkan frá fólki er
eisini ein vandi fyri fleiri sløg. Hóttan 10. er tá eitt nú havhestur og súla
klára at gloypa einum húkið og síðan ferð niður við línuni sum verður sett.
Ella at fuglur sum kavar kemur fastur í gørn. Hóttan 11. er fyri tað mesta
orsaka av at ov fá fyrilit havd við fugli, sum liggur á reiðri; hann verður
lætt órógvaður, og skjótt er, at eitt óvart egg verður tikið. Hóttan 12. fevnir
um ymisk sløg av veiðu. Eitt nú er tað ikki óvanligt, at fólk taka egg og
ungar undan villgásum og antarfuglum fyri at uppala fuglin heima, har hann
innanørist og kynblandast, og í summum førum sleppur út aftur í náttúruna
og tá má roknast sum hóttan 6.
Kanningin hevur víst, at 74 plantusløg og 54 fuglasløg eru møgulig evni til
at koma á ein reyðlista fyri Føroyar.
Sløgini eru flokkað í hóttanarbólkar eftir skipanini hjá altjóða
náttúruverndarstovninum IUCN (International Union for Conservation of
species).
Eftir hesi skipan er møguleiki fyri at flokka sløgini í níggju ymiskar bólkar,
har tríggir verða kallaðir hóttanarbólkar. Úrslitið frá kanningini sæst á
yvirlitismyndini niðanfyri.
Tær 74 planturnar vórðu flokkaðar soleiðis: 17 sløg eru sera hótt, 5 eru
hótt, 23 eru viðbrekin, 3 eru útdeyð í Føroyum og eitt er nærum hótt.
Restbólkurin, ið telur 25, er ikki møguligt at flokka í nakran bólk orsakað av
dátutroti; tað kann vera, tí at ongar skrásetingar seinnu árini eru frá gomlum
vakstrarstøðum, ella at plantan er lítið ásýnilig.
Teir 54 fuglarnir vórðu flokkaðir soleiðis: 13 sløg eru sera hótt, 5 eru
hótt, 11 eru viðbrekin, 2 eru útdeyð í Føroyum og 19 eru nærum hótt. Av
fuglunum vóru tað 4 sløg, sum vórðu flokkað í bólkin dátutrot.
Page 14
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
14
EX: Útdeyð, RE: Útdeyð í Føroyum, CR: Sera hótt, EN: Hótt, VU:
Viðbrekin, NT: Nærum hótt, DD: Dátutrot.
Tríggjar av plantunum eru útdeyðar í Føroyum. Tær eru reyð várhagasólja
(Taraxacum rubifolium), leggstutt fransagras (Primula vulgaris) og
lyngjavni (Lycopodium annotinum). Reyð várhagasólja er serføroysk,
og tað merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon
vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og
Landssjúkrahúsið í Tórshavn. Í sambandi við byggingina vóru fólk varug
við, at henda sera sjáldsama planta fór at hvørva frá sínum vakstrastaði.
Tí varð hon tikin inn í urtagarðar, og enn er hon at finna á plantufrøðiliga
urtagarðinum hjá Føroya Náttúrugripasavni. Leggstutt fransagras er helst
horvið av sínum upprunavakstrastaði, sum var í Traðarhamri á Sandi.
Orsøkin var tann, at fólk tóku hana inn í urtagarðar. Henda planta er eisini at
finna í urtagarðinum hjá Føroya Náttúrugripasavni.
Lyngjavni er bert funnin einaferð í Føroyum. Tað var í Svínáum í 1896.
Eingin skráseting av honum hevur verið síðan, og mett verður tí, at henda
planta er útdeyð.
Í listanum eru tvey sløg av fugli, sum eru horvin úr Føroyum. Tað eru
hiplingur og skógspurvur. Hiplingur varð oyddur av veiðu, og skógspurvur
átti ikki leingi her í Føroyum. Gorfuglur, hvítravnur, havørn, svanur og
onnur sløg verða ofta søgd at vera útdeyð í Føroyum. Í ávísum føri forða
IUCN-leiðreglurnar fyri at taka slagið við í listan, sum eitt nú havørn (tí tað
er ikki fullvíst, at hon hevur átt her eftur 1500). Viðvíkjandi gorfugli vita
vit ikki við vissu, um hann hevur átt í Føroyum, og somuleiðis við svani.
Hvítravnur hevur átt í Føroyum og er útdeyður her fyri ikki alt ov langari tíð
síðan. Hann var ikki eitt slag, men einans eitt frábrigdi og kann tískil ikki
takast við í henda lista.
Plantur Fuglar
DD
25
NT
19
VU
11
EN
5
CR
13
RE
2
DD
4
VU
23
EN
5
CR
17
NT
1
RE
3
Page 15
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
15
Meira átrokandi enn at hugsavna seg um sløg, sum eru útdeyð, er at
varðveita tey sløg, vit eiga, og tað er við hesum fyri eyga, at hesin listin er
gjørdur. Men við tí fjølbroytni, sum er í náttúruni, er trupult at seta treytir
upp, sum røkka øll tey mál, sum eru neyðug. Tíverri vísir tað seg, at ið
hvussu er tvey sløg høvdu verið ynskilig at flokka í aðrar bólkar.
Drunnhvíti hevur eina serstøðu í føroyskum fuglalívi. Uttan at vit vita
fyri vist, hvussu stór búfjøldin í Urðini í Nólsoy er, hava vit ábendingar
um, at hon kann hýsa so mikið sum 90% av heimsbúfjøldini. Hetta er ein
stór ábyrgd. Vit hava sæð í øðrum oyggjum, at kemur rotta í eitt stað, har
drunnhvíti eigur, so gongur ikki long tíð, til heilt lítið er eftir. Tí eiga vit at
gera, hvat vit kunnu, fyri at verja hesa búfjøld.
Í øllum útbreiðsluøkinum (Amerika, Evropa og Asia) eru bládúgvur
kynblandaðar. Sera fáar dúgvur finnast, sum kunnu roknast sum reinar.
Eisini her hevur nakað av kyndblandi verið, og helst fer kynbland fram enn,
men enn kann stovnurin roknast sum reinur. Týðandi er at verja ein tílíkan
serstaka reinan stovn.
Page 16
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
16
Plantur Hóttanarbólkur Treytir Hóttan
Lycopodiaceae Javnaættin
Lycopodium annotinum lyngjavni RE
Equisetaceae Bjølluvísuættin
Equisetum hyemale vetrarbjølluvísa DD
Equisetum variegatum lítil bjølluvísa DD
Thelypteridaceae Loðkampsættin
Phegoptheris connectilis trýhyrndur loðkampur DD
Aspleniaceae Trøllakampsættin
Asplenium adiantum-nigrum svartur trøllakampur DD
Asplenium trichomanes strálhærdur trøllakampur DD
Atyriaceae Kvennkampsættin
Athyrium distentifolium fjallakvennkampur DD
Gymnocarpium dryopteris trýfingraður eikikampur DD
Dryopteridaceae Kalskampsættin
Polystichum lonchistis hvassur skjaldarkampur DD
Cupressaceae Baraldsættin
Juniperus communis vanligur baraldur VU D2 4,5
Salicaceae Pílættin
Salix arctica arktiskur pílur VU D2 4
Salix lanata loðpílur VU D2 4
Salix phylicifolia pálmapílur CR D1 4
Caryophyllaceae Neliksættin
Cerastium cerastoides trímerkishøsnagras VU D2
Ranunculaceae Sóljuættin
Ranunculus reptans tjarnarsólja VU D2 1-3
Papaveraceae Dreymsóljuættin
Papaver radicatum rótmikil dreymsólja DD
Brassicaceae Krossblómuættin
Arabis alpina hvítur fjallakarsi CR D1 1,5
Droseraceae Sóldøggarættin
Drosera rotundifolia rundblaðað sóldøgg VU D2 1-3
Saxifragaceae Steinbrotsættin
Saxifraga tenuis dvørgasteinbrot DD
Rosaceae Rósuættin
Dryas octopetala fjallabrúður DD
Rosa mollis mjúk rósa CR D1 1,4
Geum rivale áarneliksrót DD
Potentilla crantzii gullmura VU D2 1,4
Potentilla palustris díkimura DD
Oxalidaceae Sýrusmæruættin
Oxalis acetosella skarðsýrusmæra EN D1 1,4
Violaceae Blákolluættin
Viola canina fjallablákolla DD
Page 17
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
17
Hóttanarbólkur Treytir Hóttan
Ericaceae Lyngættin
Loiseleuria procumbens seyðamergur DD
Primulaceae Fransagrasættin
Primula vulgaris leggstutt fransagras RE
Lysimachia nemorum lundararmingi CR
Anagallis tenella neyðarnartl DD
Rubiaceae Kransblaðsættin
Galium palustre mýristeinbrá EN B2ac+D1
Boraginaceae Rísinbløðkuættin
Mertensia maritima sævarrossatunga CR D1 1,3,4,7
Myosotis secunda skriðhoylús DD
Callitrichaceae Spógvagrasættin
Callitriche platycarpa várspógvagras DD
Scrophulariaceae Órøkjuættin
Veronica alpina fjallabládepla VU D2 1,4,5
Veronica fruticans runnabládepla CR B2ac+D1 1,4,5
Rhinanthus groenlandicus grønlandsbjalla DD
Lentibulariaceae Ræplantuættin
Utricularia vulgaris vanligt bløðrurót CR B2ab+D1 1,2
Campanulaceae Klokkuættin
Campanula rotundifolia bláklokka EN B2ac+D1 1,5
Lobelia dortmanna fínt botnagras CR D1 1,2
Asteraceae Kurvablómuættin
Omalotheca supina bogin æviblóma EN B2ac 1,4
Saussurea alpina loðin fjallatistil CR B2ac+D1 1,4,5
Taraxacum rubifolium reyð várhagasólja RE
Juncaginaceae Seyðaleyksættin
Triglochin maritima strandarseyðaleykur EN B2ac 8
Potamogetonaceae Tjarnaksaættin
Potamogeton filiformis mjátt tjarnaks VU D2 1,2
Potamogeton alpinus fjallatjarnaks CR B2ac+D1 1,2
Potamogeton gramineus graskent tjarnaks VU D2 1,2
Potamogeton natans flottjarnaks VU D2 1,2
Potamogeton perfoliatus hjartatjarnaks VU D2 1,2
Potamogeton pusillus pinkutjarnaks VU D2 1,2
Ruppiaceae Havgrasættin
Ruppia maritima tráðmjátt havgras CR B2ac+D1 7
Zosteraceae Bendlatangsættin
Zostera marina langt bendlatang CR B2ac+D1 7
Liliaceae Liljuættin
Scilla verna várblálilja NT 1,3,4,7
Tofieldia pusilla eingjarbjarnarbroddur CR D1 1,4,5
Juncaceae Sevættin
Juncus balticus sandsev VU D2 8
Luzula campestris tættblømt ryski DD
Page 18
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
18
Hóttanarbólkur Treytir Hóttan
Poaceae Grasættin
Poa nemoralis urðarhúsagras DD
Leymus arenarius breitt sævarkorn VU D2 7,8
Ammophila arenaria sandsmarhálmur VU D2 7,8
Phleum alpinum fjallatimotey VU D2 1,4,5
Elymus farctus sevkendur kveiki VU D2 7,8
Cyperaceae Mýrigrasættin
Carex atrata høvuðsvørt stør DD
Carex capillaris hárstør CR D1 1,4,5
Carex hostiana díkisstør DD
Carex lyngbyei lyngbyestør VU D2 1-3,7
Carex maritima bogin stør VU D2 1, 3,7
Carex ovalis harustør VU D2 1-3,7
Carex rostrata nevstør CR B2ab+D1 1-3
Eleocharis quinqueflora fáblømt mýristrá DD
Eleocharis uniglumis einagnað mýristrá DD
Orchidaceae Børkubóndaættin
Dactylorhiza purpurella reyður børkubóndi VU D2 1
Listera cordata hjartatvíbløðka VU D2 1
Orchis mascula kalmansbørkubóndi CR D1 1
Hammarbya paludosa vátlendismýggjargras CR D1 1
Fuglar Hóttanarbólkur Treytir Hóttan
Gaviidae Lómar
Gavia stellata lómur EN D1 2, 3, 10, 11
Procellariidae Skrápar
Puffinus puffinus skrápur VU A4a 9, 12
Hydrobatiidae Drunnhvítar
Oceanodroma leucorhoa sýldur drunnhvíti VU D2 9
Sulidae Súlur
Morus bassanus súla VU D2 12
Phalacrocoracidae Skarvar
Phalacrocorax carbo hiplingur RE 12
Phalacrocorax aristotelis skarvur NT 12
Anatidae Antarfuglar
Anser anser grágás VU D1 1, 6
Anas penelope ennigul ont DD 2, 3, 11
Anas crecca krikkont DD 2, 3, 11
Anas platyrhynchos villdunna VU D1 2, 3, 10, 11
Somateria mollissima æða NT
Mergus serrator toppont VU D1
Falconidae Falkar
Falco columbarius smyril CR D1
Haematopodidae
Haematopus ostralegus tjaldur NT 6
Charadriidae Svarthálsur
Pluvialis apricaria lógv VU C1
Charadrius hiaticula svarthálsa CR D1
Vanellus vanellus vípa CR D1
Gallinago gallinago mýrisnýpa NT 2, 3, 9
Page 19
hidden
Náttúrulýsing lendi og sløg
Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum
19
Hóttanarbólkur Treytir Hóttan
Phalaropodidae
Phalaropus lobatus helsareyði CR D1 2, 3
Scolopacidae Grælingar
Limosa limosa reyðspógvi DD 2, 3, 11
Numenius phaeopus spógvi VU C1
Numenius arquata tangspógvi CR D1
Tringa totanus stelkur CR D1 2, 3, 11
Calidris maritima grágrælingur CR D1
Calidris alpina fjallmurra CR D1
Stercorariidae Kjógvar
Catharacta skua skúgvur VU D1 12
Stercorarius parasiticus kjógvi EN C1
Laridae Másar
Larus canus skatumási NT
Larus marinus svartbakur NT
Larus argentatus fiskimási NT
Larus fuscus likka NT
Larus ridibundus fransaterna VU D1
Rissa tridactyla ryta VU A4a
Sterna paradisaea terna EN A4a 9, 11
Alcidae Svartfuglar
Uria aalge lomvigi EN A4a 11
Alca torda álka EN A4a 11
Cepphus grylle teisti NT 9
Fratercula arctica lundi NT 9, 11, 12
Columbidae Dúgvur
Columba livia bládúgva NT 6
Streptopelia decaocto turkadúgva CR D1
Alaudidae Lerkar
Alauda arvensis lerkur CR D1
Hirundinidae Svalur
Hirundo rustica svala CR D1
Motacillidae
Motacilla alba erla kongsdóttir CR D1 9
Anthus pratensis títlingur NT 9
Anthus petrosus grátítlingur NT 9
Troglodytidae
Troglodytes troglodytes mortítlingur NT 9
Turdinae Trøstar
Turdus merula kvørkveggja NT 9
Turdus iliacus óðinshani CR D1 9
Oenanthe oenanthe steinstólpa NT 9
Emberizinae
Plectrophenax nivalis snjófuglur DD
Passerinae
Passer domesticus gráspurvur NT
Passer montanus skógspurvur RE
Corvidae Krákufuglar
Corvus corone kráka NT
Corvus corax ravnur NT 12

Sign up today - FREE

Mendeley saves you time finding and organizing research. Learn more

  • All your research in one place
  • Add and import papers easily
  • Access it anywhere, anytime

Start using Mendeley in seconds!

Already have an account? Sign in

Readership Statistics

3 Readers on Mendeley
by Discipline
 
by Academic Status
 
33% Student (Master)
 
33% Ph.D. Student
 
33% Researcher (at an Academic Institution)
by Country
 
67% Faroe Islands
 
33% United Kingdom