Sign up & Download
Sign in
(2003)

Cite this document (BETA)

Available from Leivur Janus Hansen's profile on Mendeley.
Page 1
hidden

Vøtnini á Sandi

Vøtnini á Sandi
Føroya Náttúrugripasavn
2003
Leivur Janus Hansen
Page 2
hidden
2Innihaldsyvirlit
Endamálið 3
Lýsing av vøtnunum 3
Í Føroyum 3
Á Sandi 5
Dálking 11
Sløg av dálking 11
Vøtnini á Sandi 13
Viðvíkjandi lógini 14
Samanumtikið 15
Upprunaliga 15
Vøtnini 15
Niðurstøða 18
Lýsingin av vøtnunum 18
Tiltøk at seta í verk 18
Framtíðar kanningar 18
Heimildir 20
Skrivaðar 20
Samskifti 20
Orðalisti 21
Ískoyti
Hægri plantur 3
Fuglar 8
Fiskar 15
Frágreiðingin er í tveimum høvuðspørtum. Hesin parturin er sjálv frágreiðingin, meðan hin
parturin er eitt ískoyti við einum yvirlit yvir djór og plantur, sum eru skrásett og staðfest í ella á
leiðini við vøtnini á Sandi.
Frágreiðingin er eitt úrslit av gjøgnumgongd av tilfari, sum kann hugsast, at hava atlit til
vøtnini á Sandi. Tað fi nst annað tilfar enn tað, sum er nýtt her t.d. í greinum og viðmerkingum hjá
plantufrøðingum og øðrum innsavnarum.
Í rapportini eru ávís orð skrivað við feitum, hetta merkir, at orðið er útgreinað í Orðalistanum.
Árið 2003 er av ST lýst til at vera altjóða feskvatnsár. Hetta er eitt avbera gott høvi at byrja, at
geva teimum føroysku vøtnunum ans, serstakliga hvat dálking viðvíkir.
Page 3
hidden
3Endamálið
At fi nna og granska tað tilfar, sum hevur tilknýti til lívfrøðina í vøtnunum í Sands kommunu, við
serligum atliti til sjósílini, og útfrá hesum:
• Lýsa vøtnini.
• Geva tilmæli til hvørji tiltøk eiga at setast í verk til tess at fáa vøtnini í so náttúrligt støði sum
gjørligt.
• Geva tilmæli til hvørjar kanningar eiga at gerast til tess at betri kunna fremja punkt 2.
Lýsing av vøtnunum
Í Føroyum
Tað eru um 650 vøtn og tjarnir størri enn 500 m2 í Føroyum. Av hesum fi nnast 132 á Sandoynni og
harav uml. 70 í Sands kommunu.
Jarðfrøði
Føroysku vøtnini hava ymiskan uppruna, summi stava frá glersetingini, onnur stava frá
jarðskorpu virksemi, t.e. burturmáað tvørgrýti ella rivuløg, og nøkur fá hava verið víkir, sum síðani
eru afturlætnar og blivnar feskar.
Evnafrøði
Vøtnini í Føroyum eru fyri tað mesta tøðfátøk. Tøðevnini í vøtnunum stava frá gilum og áum
og frá tilfari sum fýkur runt og endar í vøtnunum. Eisini kunnu tey av náttúrligum ávum fáa eyka
nøgdir av tøðevnum, einamest av fugli. Onkur av vøtnunum hava fi ngið eyka nøgdir av tøðevnum frá
menniskjaligum virksemi.
Lívfrøði
Fyri at fáa eina gjøllari útgreining av hvørjar kanningar eru gjørdar av lívinum í vøtnum í Føroyum
verður víst til Previous studies of freshwater biota in Faroese lakes (Christoffersen, 2002). Í samband
við Norlake verkætlanina eru sýni tikin av m.a. vøtnunum á Sandi. Men nær tey verða liðugt viðgjørd,
um tey vera, er óvist. Tó, nøkur úrslit frá Jens Bagger kunnu væntast at verða almenn um hálvan
februar, 2003.
Vitanin um djórini í okkara vøtnum er størri enn um planturnar.
Vit kenna 32 sløg av maðkum (Oligochaeta), av teimum liva fl eiri í feskvatni, 3 sløg av blóðsúgvarum
(Hirudinea), 9 sløg av lindýrum í slektini Pisidium og minst tvey sløg av sniglum. Ímillum tey 41
sløgini av krabbadýrum, sum funnin eru her á landi, eru bert nøkur fá sløg av vatnloppum (Copepoda).
Her eru 15 sløg av vatnmáttum (Hydracarina), og av teimum eru fl eiri funnin í Sandsvatni. Djóralívið
í áum og vøtnum eru lýst stutt í fl eiri útgávum.
Í feskvatni í Føroyum vóru upprunaliga einans 5 sløg av fi ski: síl (Salmo trutta), bleikja (Salvelinus
alpinus faroensis), állur (Anguilla anguilla), ósaskrubba (Platichthys fl esus) og kombikk (Gasterosteus
aculeatus).
Møguliga hevur laksur (Salmo salar) livað fyrr í Føroyum. Vit hava fl eiri áir, sum eita Laksá ella
Laksará, eisini hevði hann stak lætt við at nørast í 1947, tá Føroya Sílaveiðifelag byrjaði at seta
laksayngul úr Íslandi út í fl eiri áir. Síðani hevur laksur verið at fi ngið ymsa staðni í oyggjunum.
Vit skilja ímillum trý sløg av sílum, vatnasíl (Salmo trutta lacustris), áarsíl (Salmo trutta fario),
sum eru at fi nna í fl estu reinu áum og sjósíl (Sí Mynd 1), eisini kallað eyrriðja (Salmo trutta trutta).
Øll trý tilbrigdini gýta í áum.
Page 4
hidden
4Sjósíl líkjast laksi í livihátti og gýta í áum. Har støðast maðkapirrurnar í trý til fýra ár, áðrenn farið
verður til havs. Har eru sílíni í eitt hálvt til fi mm ár. Tey halda til fram við strondini og fara ikki so
langt út sum laksur. Um várið og summarið síggjast tey á víkum og fi rðum. Tey veksa ikki so skjótt
sum laksur og verða heldur ikki so stór. Aftaná nøkur ár í sjógvi, koma tey aftur í somu á at gýta. Síl
hava brúk fyri iltríkum vatni, sum ikki er ov heitt og eyrbotni, har tey kunnu gýta . Meðan sjósíl eru í
sjógvi eru tey blonk og tá ið tey koma niðan í áirnar at gýta, skifta tey lit. Sjósíl gýta fl eiri ferðir; tey
doyggja ikki, eins og fl estu laksar, eftir fyrstu gýting.
Í gýtingartíðini fl yta tey seg ofta frá økinum tey liva til eitt gýtingarøki. Fyri sjósíl er hetta niðan
í eina á. Áarsíl kunnu fara niðan í okkurt gil ella onkra aðrastaðni í somu á, meðan vatnasíl fara ofta
niðan í eina av áunum, sum renna í vatnið har tey halda til.
Landt skrivar í 1800 um síl at, “Only in Sørvaagsatn on Vaagøen and Toftevatn on Østerø is it
worth the while trying to catch these species”. Í 1873 skrivaði Høst, at tað, sum var fi ngið av sílum í
áum og vøtnum, ikki var heilt lítið og av tí, sum har varð fi ngið, var sjósíl týðningarmiklast. Fiskað
varð eftir teimum á Sands- og Saksunarvatni. Tó hetta fekk avleiðingar, tí tey vóru sera væl umtókt í
gýtingartíðini og sjósílini vóru næstan oydd við endan av 19. øld.
Bleikja fanst upprunaliga bara í Leynavatni (møguliga í einum vatni í suðri eisini), men er síðani
fl utt til Vestamanna.
Kombikk eru so gott sum allastaðni og roknast má við, at tey hava í høvuðsheitum breitt seg
náttúrliga.
Ósaskrubba nørist ikki í feskum vatni, men er til tíðir at fi nna í vøtnum hon sleppur til.
Tann djórabólkur, sum er best kendur her hjá okkum, man vera fuglurin. Størst er fuglameingið
vanliga við vøtn, tí har er føðin nógv, og vatnið skapar eisini góðar liviumstøður. Flytifuglur savnast
nógvur við og á vøtnunum, tí har kann hann seg mettan áðrenn hann heldur leiðina áfram.
Stak fá fuglasløg eru fast knýtt at vøtnunum í Føroyum, og har eiga einans fransaterna, lómur,
vildunna, toppont og óðinshani. Meira óvanligt er, at gjør, krikkont, stikkont, trøllont, grábøka og
kanska eisini ennigul ont, eiga við Føroysku vøtnini. Ritur eru eisini fastir gestir á ávísum vøtnum í
Føroyum og kunnu vera heilt nógvar í tali. Tær koma ikki fyri at eta, men fyri at baða sær.
Av tí at Føroysku vøtnini sum heild eru føðslufátøk, fi nst ikki nógv av plantuæti og størri
vatnplantum. Vit kenna einans 33 sløg av størri vatnplantum í Føroyum.
Mest vanligu plantur í feskvatni við eyrbotni eru: mjúkt oknagras (Isoëtes echinospora),
vatnaoknagras (I. Lacustris), tjarnarsvanagras (Littorella unifl ora), iglasólja (Ranunculus fl ammula),
tjarnanálagras (Subularia aquatica) og bøllusev (Juncus bulbosus). Har bleytur botnur er fi nna vit
vanliga tjarnartindakoll (Sparganium angustifolium) og áartúsundblað (Myriophyllum alternifl orum),
eisini fi nna vit sløg av tjarnaks slektini, sum t.d. fl ottjarnaks (Potamogeton natans), graskent tjarnaks
(P. gramineus) og hjartatjarnaks (P. Perfoliatus) (Sí Mynd 2).
Einans einaferð er staðfest blóming av æti, í feskum vatni, í Føroyum (Sí niðanfyri um Stóravatn).
Tað eru ongar vísundaligar niðurstøður gjørdar, um menniskjans ávirkan á vatngóðskuna hjá vøtnum
í Føroyum.
Mynd 1. Sjósíl
Page 5
hidden
5Á Sandi
Jarðfrøði
Hóast tað hevur verið hildið, at Sandsvatn og Gróthúsvatn hava verið víkir, sum seinni eru blivnar
til vøtn so hevur tað verið ført fram, at hetta er ikki so, men at tey altíð hava verið fesk.
Vøtnini á Sandi liggja í lágum lendi. Hetta ger, at tað sjáldan rennur heilt nógv vatn frá áunum í
vøtnini. Hetta lága lendið ger eisini, at vøtnini á Sandi eru lutfallsliga grunn.
Sandsvatn (Sí Mynd 3) liggur uml. 2 m o.sj. og er um 2 km langt. Har tað er breiðast er tað
um 640 m. Vatnið liggur í ovastu fl áum. Umframt smærri løkir, renna tvær stórar áir í vatnið.
Norðanífrá rennur Dalsá og eystanífrá rennur Traðará. Tað rennur frá vatninum ígjøgnum ánna fram
við mølheyggjunum suðureftir í vágna. Eystanfyri er strondin jøvn, og norðast á vatninum liggur
Vatnsoyrahólmur. Vestantil á vatninum er ein stór vík, har Presthólmur liggur. Stórst mátaða dýpi er 3
m.Víddin er 845.000 m2. Tað liggur so fyri, at tað til tíðir koma stórar nøgdir av sjógvi niðan gjøgnum
ánna og í vatnið.
Gróthúsvatn (Sí Mynd 4) liggur vestanfyri Sands bygd og er uml. 2 m o.sj. Tað er 1 km langt og um
200 m har tað er breiðast. Strondin er ójøvn. Bert smáar áir renna í vatnið, og tað rennur frá vatninum
ígjøgnum grótmølina sunnanfyri. Størst mátaða dýpið er 1,5 m og víddin er 137.000 m2.
Stóravatn (Sí Mynd 5) liggur ímillum Skarvanes og Sandsbygd. Tað er um 26 m o.sj. Umframt ánna
úr Lítlavatni renna bert smáir løkir í vatnið. Tað rennur frá vatninum vestureftir. Vatnið er um 560
m breitt. Vatnsstrondin er ójøvn og steinar og sker eru ymsastaðni fram við henni. Úti á vatninum er
dýpið javnt. Størsta dýpið, ið er mátað, er bert 1,8 m. Víddin er 148.000 m2.
Norðara Hálsavatn liggur vestan fyri vegin millum Sands bygd og Skopunar bygd. Tað liggur 127
m o.sj. og er 0,5 km langt, og har tað er breiðast, er tað um 300 m. Fleiri smærri áir renna í vatnið.
Víddin er um 73.000 m2.
Heimara Hálsavatn (Sí Mynd 6) liggur eystan fyri vegin millum Sands bygd og Skopunar bygd. Tað
liggur 124 m o.sj og er 580 m langt, og har tað er breiðast, er tað um 120 m. Strondin er ójøvn, og har
eru nógvir steinar og fl úrar. Fleiri smáar áir og løkir renna í vatnið. Dalsá rennur frá vatninum. Størst
mátaða dýpið er 0,7 m, og víddin er um 50.000 m2.
Mynd 2. Vatnplantur
Page 6
hidden
6Mynd 5. Stóravatn
Mynd 4. Gróthúsvatn
Mynd 6. Heimara Hálsavatn
Mynd 3. Sandsvatn
Page 7
hidden
7Evnafrøði
Vøtnini á Sandoynni hava sum heild høgar nøgdir av tøðevnum, í mun til vøtn á øðrum oyggjum
(Sí Talvu 1). Hetta er, í ein ávísan mun, orsakað av tí, at vøtnini eru so grunn. Í djúpum vøtnum binda
tøðevnini seg til bitlar og botnfella. Í grunnum vøtnum er tað meira órógv, eisini niðri við botnin, og
tøðevnini leggjast tí ikki so lætt á botnin.
Eitt høgt pH virði kann stava frá tilfari frá sandi o.ø. tílíkum tilfari, t.d. frá grótbroti. Leiðingsevni
vísir hvussu nógv salt er í vatninum.
Lívfrøði
Kanningar hava víst, at sílini í Stóravatni eta botndjór, í mun til Leitisvatn og Toftavatn, har tey eta
meira djóraæti.
Sílastovan á Sandi tók í fl eiri ár síl og laks at
strúka. Eggini vórðu klækt og sett út í áirnar, sum
renna í Dalsá. Frá 1976 til 1982 øktist talið av bæði
síli og laksi, sum var tikið (Sí Mynd 7). Hetta kundi
bent á, at tað arbeiðið, sum var gjørt, hjálpti fl eiri
sílum og laksum at koma undan. Sagt verður, at tá
Sílaveiðifelagið streyk síl í Dalsá, kundu teir taka
tað teir vildu av sílum, sum vigaðu 4-7 pund, uppá
eitt kvøld. Á heysti 2002, tá tað skuldi verið av tí
mesta, vóru fýra, 2-3 punds síl sædd. Eisini sigst,
at uppá 10 dagar, síðst í 60-árunum, kundi ein fáa
meira enn 40 síl. Í heyst var fi ngið eitt síl uppá
somu tíð. Líkt er eisini til, at sjósílini næstan ikki
koma niðan úr ósanum longur, men einans liggja uttanfyri.
Tað fi nnast miðal og størri síl í Norðara Hálsavatni. Í Heimara Hálsavatni eru fá miðalstór síl. Í
pH
Sands-
vatn
Gróthús-
vatn
Stóra-
vatn
Lítla-
vatn
H.Hálsa-
vatn
Lykkju-
vøtnini (1) Miðal (2) Miðal (3)
Danielsen 6,7 6,8 6,7 6,8
Norlake 8,5 6,8
Samlað fosfor (TP) (µ l-1)
Danielsen 20 15 8 5,2
Norlake 43 8
DNARP 35 42 19 26 38
Samlað køvievni (TN) (µ l-1)
Danielsen 230 260 190 168
Leiðings evni (µS cm-1)
Danielsen 1192 297 222 191
Norlake 954 131
(1) Miðal av Lykkjuvøtnum og einum øðrum tætt við
(2) Miðal av Heygs-, Fjalla-, Sørvágs-, Leyna-, V. Mjá-, Ey. Mjá-, Saksunar- og Toftavatni
(3) Miðal av: Leyna-, Sørvágs-, Ey. Mjá-, Saksunar- og Toftavatni
Talva 1. Evnafrøðiligar mátingar av vøtnunum á Sandi
Mynd 7. Nøgd av sílum og laksum strokin í
tíðarskeiðinum 1976 - 1982
0
20
40
60
80
100
120
Laksur
Síl
1982198119801979197819771976
Page 8
hidden
8Gróthúsvatni fi nnast miðalstór síl. Í bæði Stóra- og Lítlavatni eru sílini smá til miðal.
Verkið Important bird areas in Europe (Heath og Evans, 2000) greiður frá, at av teimum undir
50 fuglasløgunum, sum vanliga eiga í Føroyum, eru tað 35 sløg, sum krevja serligan ans, tá hugsað
verður um varðveitslu.
Innlendis økini hava lítið fugla margfeldi og tey einastu innlendis fuglasløgini í Føroyum, sum
eru mett at hava altjóða týðning, eru skúgvurin (Stercorarius skua) og lómurin (Gavia stellata).
Spógvin (Numenius phaeopus) er av týdningi fyri Evropiska fuglamargfeldið. Økið við sandsvøtnini
(Gróthús-, Sands-, Stóra- og Lítlavatn) hevur fi ngið karakterin B3, við tí tilmæli at hetta økið eigur at
vera vart. Tí her eigur so mikið av spógva, at tað hevur týðning fyri Føroyska stovnin, sum so aftur
hevur Evropiskan týðning. Hetta økið er eisini stak týðningarmikið fyri vaðfuglar. Hetta er tað einasta
økið í Føroyum við einum lutfallsliga stórum stovni av helsareyða. Tá tað einans eru um 50 pør av
helsareyða í Føroyum, er tað av alstórum týðningi at verja henda stovn. (Sí: http://www.birdlife.net/
FaroeIslands/ )
Í tí tilfari, sum Føroya Náttúrugripasavn (NGS) hevur á bókasavninum, vórðu 80 fuglasløg funnin
skrásett á, ella beint við, okkurt av vøtnunum á Sandi. Sum væntað bera hesar skrásetingar brá
av, at áhugin hevur verið mestur fyri teimum meira óvanligu sløgunum. Tískil eru fáar ella ongar
skrásetingar av teimum sløgunum, sum eru vanlig í Føroyum. Hetta er orsøkin til, at tildømis eingin
æða er at fi nna í skrásetingunum, hóast hon til tíðir eigur á leiðini við vøtnini.
Kransnálaalgan Tolypella nidifi ca (sum ikki hevur fi ngið føroyskt navn enn) er funnin á Sandsvatni,
og hon er einans kend frá 15 øðrum støðum á norðaru jarðarhálvu. Henda planta er einans í brakvatni,
og hetta sigur nakað um týðningin av sjónum á Sandsvatn.
Í Norlake kanningini vórðu 14 størri vatnplantusløg funnin í Sandsvatni, Saksunarvatni og
Toftavatni, meðan í Eystara Mjávatni, Leynavatni og Sørvágsvatni vóru 10 sløg funnin. Sandsvatn
hevði 18% av botninum takt av plantuvøkstri, meðan hini høvdu frá 28%, í Saksunarvatni, og upp
til 68%, í Leynavatni. Útfrá hesum kann Sandsvatn sigast at vera miðal tøðríkt. Tað hevur verið
víst, at har botnurin er meira enn 30% plantutaktur, eru vøtnini klárari, enn har botnurin ikki er so
plantutaktur, hóast tøðevnis nøgdirnar vóru tær somu.
Í vøtnunum á Sandi er tað mest av “grundskudsplanterne” fínt botnagras (Lobelia dortmanna)
og serstakliga tjarnarsvanagrasi. Gróthúsvatn brýtur frá mynstrinum við tað at har er sera nógv
av “langskudsplanter”, sertakliga tjarnaksa sløgini og tjarnartindakollur og áartúsundblað. Hóast
botnfl atan í vøtnunum í ein stóran mun er takt av plantum, er frumframleiðslan av hesum lítil. Tí
“grundskudsplanter” eru lítlar og vaksa spakuliga. Men teirra lutfallsligi partur av frumframleiðsluni
kann vera stórur.
NGS hevur ein dátugrunn við m.a. skráseting av hvar plantur eru funnar. Dátugrunnurin vísti, at 73
sløg av plantum, mosa og soppum vóru funnin í, ella tætt við okkurt av vøtnunum á Sandoynni.
Í Nykutjørn við Gróthúsvatn veksur nykrósa, sum er innfl utt úr Noregi í 1975. Plantan sær út til at
trívast væl og til alla eyðnu, er hon ikki farin í aðrar tjarnir ella vøtn. Tað er ein stórur vandi við at
fl yta plantur inn til Føroyar, tí møguleikin er, at hesin infl utti vøkstur fær so gott gróðrarfesti, at hann
køvur tann vøkstur, sum er frammanundan.
Aftrat teimum úrslitum, sum eru at síggja í Five Faroese Lakes (Ann. Soc. Scient. Faeroensis Suppl.
36, 2002), kunnu onnur væntast frá øðrum vøtnum. Av sýnum, sum eru tikin í Sandsvatni, men ikki
eru viðgjørd enn eru: sýnir av fi ski, plantuæti, djóraæti, bakterium, stabilir isotopar, vatnevnafrøði
og eina bori-kjarnu frá botnum. Tá øll hesi eru viðgjørd og útgivin, kunnu vit siga nógv meira um
Sandsvatn og føroysku vøtnini sum heild. Í februar 2003, kunnu væntast fl eiri úrslit frá Jens Bagger.
Finnur Lutzen og læraraskúlanæmingar, hava gjørt kanningar av Sandsvatni. Finnur sigur frá, at
Page 9
hidden
9teirra niðurstøða varð, at vatnið er tøðríkt. Tey funnu millum annað:
• Djórasløg og “lammehaler” (Sí Mynd 8), sum geva ábending um ógvusliga yvirtæðing, livdu
í meingi í og útfrá drenveit Traðarmegin vatnið.
• At kloakkir frá Todnesi føra nógv ymiskt lívrunnið tilfar við sær.
• Botn við nógvari lívrunnari móru og svávullukti í støðum.
Niels Jacobsen og Ole Laursen við næmingum á Miðnámsskúlanum í Suðri hava eisini gjørt
kanningar av Sandsvatni nakrar ferðir. Teirra niðurstøða er, at vatnið er tøðríkt. Niels heldur, at tað er
ógvuliga illa dálkað í støðum. Tey funnu at:
• Botnurin tætt við ánna í suðurendanum á vatninum er svørt móra. Hetta er lívrunnið tilfar, sum
ikki er niðurbrotið.
• Har áir renna frá bóndagørðum er yvirtæða.
Jónleyg Danielsen skrivaði uppgávu í 1999 í feskvatnslæru við háskúlan í Telemark í Noregi.
Mynd 8. Sokallaðir “lammehaler“, t.e. soppar og bakteriur o.a. livandi í sera
dálkaðum vatni.
Støðan mett útfrá:
Fosfor (TP) Køvievni (TN) pH
Stóravatn Minni góð Góð Minni góð
Sandsvatn Stak vánalig Góð Minni góð
Gróthúsvatn Vánalig Minni góð Góð
Toftavatn Góð Góð Góð
V. Mjáuvatn Góð Góð Góð
E. Mjáuvatn Minni góð Góð Minni góð
Saksunarvant Góð Góð Minni góð
Sørvágsvatn Góð Góð Góð
Fjallavatn Góð Góð Minni góð
Heygsvatn Vánalig Minni góð Góð
Leynarvatn Góð Góð Minni góð
Talva 2. Meting um vatngóðskuna útfrá Fosfor, Køviveni (Sí Orðalistan) og pH
(Danielsen, 1999).
Page 10
hidden
10
Hennara kanning snúði seg í høvuðsheitum um plantuæti og vatngóðsku. Sýnini blivu tikin í 1995 og
viðgjørd í 1995 – 1996.
Hon gjørdi nakrar metingar um vatngóðskuna í nøkrum vøtnum (Sí Talvu 2 ).
Sandsvatn hevur nógv sløg av plantuæti. Sløg sum tað eru fl est av eru tey, sum benda á tøðríkar
umstøður. Sløgini hoyra til slektirnar Pediastrum og Scenedesmus. Eisini funnust fl eiri sløg, sum
trívast í brakvatni, t.d. Oocystis sp., Nodularia harveyana, sum kann framleiða livraeitur og Snowella
lacustris. Sløg í Nodularia slektini geva hvørt ár trupulleikar av eitur framleiðslu í Eystarasalti. Eisini
kann tráðskapaða (“trådformet”) cyanobakterian Planktotoria limosa framleiða eitur, tá hon er í
blóma. Einki djóraæti varð funnið. Aðrar eygleiðingar vístu, at tað var nógv av lívrunnum tilfari í
vatninum og tað luktaði av djóratøðum.
Í Gróthúsvatni vóru nógv sløg av plantuæti. Nógvar av cyanobakteriunum her kunnu liva í brakvatni.
Tær kunnu allar framleiða eitur og geva trupulleikar við lukti og smakki av vatninum. Hesar eru
Coelosphaerium kutzingianum, Nodularia harveyana og Oscillatoria limosa sum kann framleiða
nerva- og livraeitur. Stórar nøgdir av grønæti (grønalger), sum er vanligt í tøðríkum vøtnum, vóru
her. Botryococcus braunii bleiv eisini funnin í stórum nøgdum, og hetta slagið kann geva trupulleikar
av lukti og smakki. Nógv sløg innan slektirnar Pediastrum og Scenedesmus, sum benda á tøðríkt vatn,
vórðu eisini funnin. Tabellaria binalis og Tabellaria fl occulosa blivu funnin og eru tekin um tøðfátøk
vøtn, hesi fáa eisini vatnið at lukta og smakka at. Einki djóraæti bleiv funnið.
Tað eru ikki nógv sløg av plantuæti í Stóravatni. Fleiri sløg, sum vórðu funnin, eru vanlig í tøðríkum
vøtnum, m.a. cyanobakterian Anabaena inaqualis, sum er kend fyri at kunna framleiða nervaeitur
ella livraeitur og kann geva trupulleikar av lukti ella smakki. Tá hetta vatnið bleiv kannað, var her ein
blóming av Planktothrix agardhii, ein cyanobakteria, sum klárar seg væl har lítið er av ljósi, og sum
kann framleiða eitur. Vatnið var óklárt.
Eisini kemur hon við nøkrum tilmælum, m.a.:
• Kloakkir mugu ikki førast í vøtn
• Útgreina dálking og ávirkan tess á vøtnini
• Kortlegging og umsjón av vatngóðskuni av so nógvum vøtnunum sum gjørligt, við ymiskum
áhugabólkum (svimjing, fi sking osfr) fyri eyga.
Søguliga gongdin
Fram til tíðina um aldarskiftið 1900, var tað einans tætt við Sandsbygd, at lendið var dyrkað,
umleið norður til Vikan og tað sama eystaru megin Sandsvatn. Eystara síða var útvið fult uppdyrkað
í 1920-30-árunum. Vestaru megin varð innstikað umleið 1920, her er ikki so nógv dyrkað, men
heldur lagt inn til træðir.
Trøðin vestanfyri Gróthúsvatn varð løgd inn um aldarskiftið 1900, og størsti parturin her var
uppdyrkaður um 1950. Eystanfyri varð lagt inn um 1940-50.
Í 1971 bleiv Meginsskúlin bygdur, og alt frárenslið frá honum bleiv ført í røri út í Sandsvatn, har
tað hevur runnið síðan.
Í mun til fl est onnur vøtn í Føroyum fer sera nógv arbeiði framm tætt við vøtnini á Sandi, mest við
Sandsvatn men eisini Gróthúsvatn. Bæði hesi vøtnini eru heilt umgyrd av dyrkaðum lendið og roknast
má við, at landbúnaðararbeiðið her hevur eina negativa ávirkan á vøtnini. Ígjøgnum 60- og 70-árini
kom eitt meira intensivt lanbrúk við einari miðsavnan av neytum. Tæðinging fór frá at vera spjadd
í tíð og stað, til at vera nógv á einum stað. Eisini kom fl akavirkið til bygdina um hetta mundið, og
fólkatalið byrjaði at vaksa, aftaná eina niðurgongd síðan 1930-árini. Aftrat hesum, hevur so við og
við annað virksemi, sum kann ávirka vøtn og økið á leiðini, stungið seg upp. Eitt nú bilverkstaður,
skervvirki o.a.
Page 11
hidden
11
Dálking
Sløg av dálking
Lívfrøðilig dálking
Í 1950- og 1960-árunum hoyrdist í útheiminum, at fólk søgdu frá vøtnum, sum fyrr vóru gullrein,
men nú vóru óklár og illaluktandi. Hví henda broytingin var hend var ikki greitt. Vísundafólk hildu,
at tað kanska var tøðevnið fosfat, sum var høvuðsorsøkin til hesa tilgongdina. Hóast hørð mótmæli
frá pørtum av ídnaðinum var tað seinni prógvað, at tað var júst fosfat, sum var høvuðsorsøkin. Vit vita
í dag, at lívfrøðilig dálking kann stava frá bæði lívrunnum tilfari og tøðevnum. Keldurnar eru oftast
frárensl frá kloakkum og landbúnaði.
Dálkingarstøðan í vøtnum verður ofta lýst við hvussu nógv er til av tøðevnum. Vøtnini verða býtt
í bólkar: tøðfátøk, miðaltøðrík, tøðrík og sera tøðrík vøtn. Sum sæst á mynd 9, kann støðan lýsast við
hvussu nógv samlaða fosfornøgdin er. Men støðan í vatninum er ikki einans avgjørd av fosfati, og tí
kann eitt vatn ikki bólkast neyvt einans við hesum talinum.
Tøðevnir
Fosfor er eitt grundevni, sum er vanligt í gróti og øðrum tílíkum tilfari. Tá hellan verður máað av
nátúrligum tilgongdum verður fosfor loyst í umhvørvið. Loyst fosfor verður í náttúruni til fosfat jónir
(PO
4
3-). Fosfat fi nst í trimum ymiskum útgávum: ortho-, meta- (ella poly-), og lívfrøðiliga bundið
fosfat. Í hvørjari av hesum útgávunum er fosfor bundið við onnur evnir uppá ymiskan hátt. Í vatni
verður metafosfat umgjørt til orthofosfat. Í lívrunnum tilfari fi nnast fríar fosfat jónir, í vatni er fosfat í
veikum bindingum við onnur evnir, og í mold og botntilfari er fosfat kemiskt bundið. Eisini er tað at
fi nna steinrunnið í mold, gróti og botntilfari.
Orthofosfat kemur frá náttúrligum tilgongdum, men eisini frá menniskjaskaptum keldum, sum t.d.
kloakk frárensl og frárensl frá landbrúki. Fyri livandi verur er tað lætt at upptaka orthofosfat. Nøgdin
av lívrunnum fosfati er vanliga mett útfrá samlaðum fosfor nøgdum (TP).
Køvievnisbindingar nitrat og nitrit eru eisini týðningarmikil tøðevnir, men tað hevur verið víst, at
fosfat oftast spælur størri leiklut og nøgdirnar í Talvu 1 vísa, at so er eisini her. Eins og við fosfor
verður samlaða køvievnisnøgdin (TN) vanliga nýtt sum mát.
Tilgongdin
Lívrunnið tilfar er ein kelda til dálking. Tað lívrunna tilfarið stavar oftast frá mykju, súrhoyggja-,
kloakk- og øðrum frárensli. Tað lívrunna tilfarið, sum kemur í eitt vatn, verður niðurbrotið til m.a.
tøðevnir av smáverum. Tað lívrunna Umstøðurnar har niðurbrótingin fer fram avgerða hvat tað eru
fyri smáverur, sum niðurbróta tað lívrunna tilfarið. Um ilt er til staðar, eru tað smáverur, sum nýta
0 10 20 30 40 50 60 70 80 90 100
TP: µg/l
Miðal
Sera tøðríkt
Tøðríkt
Tøðfátækt
Mynd 9. Her sæst hvussu vøtn kunnu bólkast eftir fosfornøgd.
Page 12
hidden
12
ilt, ið niðurbróta. Tá nógv tilfar er at niðurbróta verður nógv ilt nýtt. Um vatnið, móran, ella hvar
nú henda niðurbrótingin fer framm, ikki fær nóg nógv ilt, so verður ilti uppbrúkt. Avleiðingin av
nógvum lívrunnum tilfari í vøtn er ilttrot. Har stórt ilttrot er í vøtnum, kann tað henda, at nógvur
fi skur og annað doyr. Har einki ilt er verður lívrunnið tilfar niðurbrotið av smáverum, sum ikki nýta
ilt. Nakrar av hesum hava tann eginleika, at tær framleiða luftsløg m.a. metan (CH
4
), og um svávul
er til staðar, kann svávul-brint (H
2
S) eisini framleiðast. Stendur heilt illa til kann nógv av hesum
lufsløgum framleiðast í botnmóruni, og tá trýstið gerst ov høgt bløðrar hetta upp og móra o.a. loysnar
frá botninum. Hetta nevnist botnvending.
Um tøðevnir verða latin í eitt vatn økist talið á frumframleiðarum í stórum. Í byrjanini vaksa
plantur, festar á undirlag og størri vatnplantur, væl. Tó plantuæti og cyanobakteriur taka síðani
yvir sum høvuðs frumframleiðarar. Hetta hendir, tí at teir minka um tær ljósnøgdir, sum røkka niður
til tær festu og størru vatnplanturnar. Plantuæti og cyanobakteriur nýta nógva koltvíiltu (CO
2
) úr
vatninum, og tað ger, at vatnið blívur minni súrt, pH hækkar og kann, um illa vil til, fáa heilt høg pH
virðir. Hesi virðir kunnu gerast so høg, at síl og annað ikki kann liva har. Stóra nøgdin av æti ger, at
vatnið blívur meira óklárt, og tað eru eisini stórar nøgdin av æti, sum doyggja. Æti er eisini lívrunnið
tilfar, sum verður niðurbrotið, og tað endar aftur í tilgongdini, sum er lýst omanfyri.
Annað
Lívið í øllum vøtnum í Føroyum er meira ella minni ávirkað av menniskjum. Fyrst og fremst
orsakað av seyði, sum ikki hoyrur heima í føroysku náttúruni. Men eisini av óruddi, bygging, tæðing
o.s.fr. Eisini ávirkast náttúran av larmi, ferðslu o.ø., sum stavar frá menniskjum.
Givið er, at tað eru alskyns onnur evnir, sum eisini enda í og við vøtnini í Føroyum. Spurningurin er
bara, hvussu nógv er av teimum, og í hvønn mun tey dálka. Fyri ein stóran part eru tey undir teimum
markvirðum, sum mett verða sum skaðilig. Tað er tó vert at vera varur við at tílík evnir, sum ikki
verða niðurbrotin, sodnað, kunnu varðveitast í livandi vevnaði. Og upp ígjøgnum føðiliðini verður
tað meira og meira av hesum evnum.
Endurgerð
Tá tað var greitt, at fosfat var orsøkin til yvirtæðingar tilgongdina í feskvatni, vóru menn á einum
máli um, at útlátið av hesum evni mátti minkast. Forðað varð fyri at dálkaða vatnið ikki kom í
náttúruna. Hetta hjálpti væl í nógvum vøtnum, tó fl eiri staðni bleiv støðan ikki góð aftur. Farið var
tí undir at granska málið enn meira, og funnið var fram til, at stóru nøgdirnar av deyðum verum í
botntilfarinum framvegis kundu vera ein kelda til tøðevnir í vøtnunum.
Eg skal her nevna tríggjar hættir, sum hava verið nýttir til at bøta um yvirtæðað vøtn har trupult er
at sleppa av við tøðríka botntilfarið.
Fyri at sleppa av við botntilfarið er tað mest sjálvsagt, at grava ella súgva hetta upp. Hetta hevur
verið gjørt við at fl yta tilfarið í kør ella brunnar har gruggið antin fellur niður á botn, ella fosfatið
verður bundið til evnir, sum botnfella. Síðani kann hetta takast burtur. Aðrir møguleikar eru sjálvsagt,
men endamálið er, at fáa tað stóru nøgd av lívrunnum evnum og tøðevnum burtur.
Næsti hátturin nevnist Riplox. Endamálið við hesum hátti er, at forða fosfatinum í at loysast í vatnið.
Hetta verður gjørt við at ilta ovasta mórulagið og fáa fosfatið her til at binda seg aftrat metaljónum í
tungtloysiligar bindingar. Hetta leggur seg so sum eitt lok omaná restina av botntilfarinum, so lítið av
tøðevnum sleppa úr botntilfarinum.
Triði møguleikin er at fremja ávís inntriv í lívfrøðiligu viðuskiftini. Um endamálið er at gera vatnið
klárari, minka um grugg o.a., sum ofta er tengt at tæðingardálking, hevur tað verið gjørt, at man
hevur tikið tann fi skin úr vatninum, sum etur djóraæti. Ella hevur annar fi skur, sum etur djóraæti-
Page 13
hidden
13
etandi fi skin, verið settur í vatnið. Tá verður meira til av djóraæti, sum etur plantuæti. Plantuæti er ein
høvuðsorsøk til at vatnið er óklárt. Eisini kunnu plantur plantast á botnin, so meira tilfar botnfellur. Á
myndini niðanfyri er ein einkult mynd av hvussu ymiskir partar av vatninum ávirka hvønn annan. Um
inntriv skulu gerast í skipanina, kann ein her gera sær eina fatan av hvat so hendur (Sí Mynd 10).
Vøtnini á Sandi
Sandsvatn
Lítil og eingin broyting sást í vøtnunum fyrr enn aftaná 1960-árini. Men so við og við bleiv
Sandsvatn meira og meira óklárt, minni fekst av sílum, steinarnir blivu hálari og tá sandurin hevur
læst fyri ánna um summarið, hevur ringur luktur staðist av. Alt í alt, hevur vatnið borið meira og meira
dám av at vera dálkað.
Í 1971 bleiv meginskúlin bygdur. Alt frárensl haðani bleiv veitt út í Sandsvatn. Umframt alt vanligt
húsarhalds frárensl hoyra alis- og evnafrøðisstovur, køkur, svimjihøll o.a. til skúlan. Eisini ein
tænnlæknastova er her, og bleiv eisini hetta frárenslið veitt í vatnið. Alis- og evnafrøðisstovur hava
eitt brúk og útlát av evnum, sum eru eitrandi umfram sýrur o.a., sum ávirka vatn eginleikarnar.
Tvey grótbrot standa so fyri, at tilfar frá teimum kann enda í Sandsvatni. Hesi hava uttan iva ført
nakrar nøgdir av tilfari í vatnið. Eisini hava stórar maskinur arbeitt her, og roknast kann við at olja
o.a. her frá er endað í vatninum.
Ein bilverkstaður er við Vikan á Sandsvatni. Her er olja, o.a., sum roknast fyri at vera serliga
dálkandi. Tungmetallir kunnu látast út í umhvørvið, tá bilar verða sproytaðir og kunnu vera í
vistskipanini eina tíð eftir dálkingina. Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av hesum er endaður í
vatninum, hóast stig eru tikin til at minka um útlátið.
Frárensl frá bygdini inniheldur eisini eiturevnir av ymiskum slag. Í einum vanligum húsarhaldi er
ein hópur av evnum, sum eru eitrandi.
Sílaveiðifelagið gjørdi eina meting av, hvussu nógv frárensl frá súrhoyggjabrunnum endaði í
vatinum. Niðurstøðan tá var, at tað runnu 80.000 l av reinum súrhoyggjafrárensli í vatnið.
Tað er ikki óvanligt í lanbúnaðinum at spræna sera nógva mykju á bøin. Tað sum bøurin ikki klárar
at upptaka er síðani runnið út í vatnið. Nógv av tí lívrunna tilfarinum legst í jørðina, meðan tøðevnini
í ein ávísan mun renna í gil, áir og vøtn. Tá lívrunna tilfarði er niðurbrotið í jørðini kann ein partur av
tí fara sama veg, serstakliga tá áarføri er.
Onkur er, sum heldur seg hava sæð eina botnvending, við tað at eitt lag av móru er sætt rekandi á
Mynd 10. Sambandið ímillum ymiskar partar av vatninum
og hvussu teir ávirka hvønn annan. (+) merkir at meira av
einum hevur positiva ávirkan á tað sum pílurin peikar á.
Page 14
hidden
14
vatninum.
Ein dunnugarður er gjørdur inni í Dal og har gingu 500 dunnur í 2002. Ætlanin er at tað skulu ganga
2000 dunnur har.
Inntriv hava verið gjørd, sum beinleiðis broyta liviumstøðurnar hjá tí, sum livur í og við vatnið,
m.a. er tað hent, at áarbakkin verður grivin. Hetta kann fáa ávirkan á gýtiumstøðurnar hjá sílum.
Økið við vøtnini er dyrkað. Tey plantu- og djórasamfeløg, sum vóru her áðrenn, eru nú vekk. Hetta
hevur oytt tað náttúrliga lendið, við heiðum og vátlendum, og ístaðin er bøur komin.
Ein aliringur hevur ligið á Sandsvág, og hann kann hava ávirkað fi skin, sum hevur ætlað sær niðan
í Sandsvatn.
Gróthúsvatn
Gróthúsvatn liggur bert fáar metrar frá sjónum, og tí endar nógv, sum rekur í fjøruna, í vatninum.
Hetta er sera týðiligt, um ein hyggur eftir tí óruddi, sum rekst her.
Stórur partur av lendinum rundanum vatnið er lagdur inn og dyrkaður. Lyngurin hevur verið
brendur. Hetta ávirkar alla lívfrøðina rundanum vatnið og harvið eisini í vatninum.
Tann sermerkti vøksturin í vatninum er eldri enn tann dyrkaði bøurin, men meira er blivin av honum
hesa síðstu tíðina. Henda gongdin tykist í ein ávísan mun at vera byrjað, áðrenn lendið rundanum
bleiv dyrkað.
Onnur
Ein ávís dálking er hend í næstan øllum teimum stóru vøtnunum á Sandi. Har lendið er dyrkað
og tað blívur tæðað, er tað rættiliga víst, at um tað liggur so fyri, so renna tøðevnir oman i vatnið.
Mannagongdin síðstu árini er eisini blivin tann, at tøð verða sprænd framvið vegnum og fl eir av
vøtnunum liggja tætt við vegin.
Omanfyri Lítlavatn er eitt lítið grótbrot og tað man hava ført nakað av dálkandi tilfari í vatnið og
kanska eisini í Stóravatn.
Tá vatntrot er í Skopun, verður vatn tikið úr Norðara Hálsavatni. Hetta er uttan iva av týðningi fyri
lívið í vatninum, tí vatnstøðan broytist.
Viðvíkjandi lógini
Tað er lítið at ivast í, hvat umhvørvislógin sigur viðvíkjandi dálking. Í løgtingslóg nr. 134 frá 29.
oktober 1988 um umhvørvisvernd stendur:
• Einki, ið kann dálka vatnið, má verða leitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki ella
goymast so nær hesum, at vandi kann verða fyri, at tað kann skolast út í hesi.
Kommunan hevur fi ngið álagt at tryggja teimum sum har búgva umstøður at sleppa av við
spillvatnið:
• Kommunan skal gera eina heildarætlan um, hvussu spillvatnið í kommununi skal fáast burtur.
Ætlanin skal innihalda upplýsingar um:
• verandi og ætlað kloakeringsøki og reinsingaratgerðir,
• hvørji verk, ið ætlanin er at fáa til vega við atgerðum frá kommununi, og hvørji, ið ætlanir
annars eru um at fáa til vega, og
• nær ætlanirnar viðvíkjandi teimum ymisku verkunum eru ætlaðar at verða gjørdar og verkini
greidd úr hondum.
Í kunngerð nr. 53 frá 03.05.1994 frá Føroya landstýri er lógin neyvari útgreinað.
Page 15
hidden
15
Viðvíkjandi dálking:
• Hyljar, tjarnir, díki, áir og løkir innangarðs skulu haldast rein, og kann bý- ella bygda(r)ráðið
áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi.
• Einki, ið kann dálka vatnið, má verða leitt í áir, løkir, vøtn, strond ella føroyskt sjóøki ella
goymast so nær teimum, at vandi er fyri, at tað kann skolast út í tey.
• Køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at eingin vandi er fyri,
at teir fl óta yvir.
• Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking
av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.
Kommununi er litið í hendi at tryggja at tílík dálking ikki fer fram:
• Bý- ella bygda(r)ráðið kann seta forboð fyri nýtslu av køstum, mykjubrunnum,
súrhoyggjabrunnum o.t., tá ið nýtslan elvir til vanda fyri dálking ella heilsuvanda.
Sigast má at heldur ikki Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur uppfylt tað álit sum henni er litið í
hendi:
• Um illgruni er um álvarslig brot á hesa kunngerð, kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan fremja
beinleiðis eftirlit uttan um eftirlitsmyndugleikan á staðnum
Sum tað her verður víst, er orsøk til at hava illgruna um álvarsligt brot á kunngerðina.
Tað tykist løgið, at landstýrið hevur givið tað undantaksloyvi, sum er kravt, sambært grein 26, 3
stykki, til at reka dunnugarðin inni í Dal. Tí væntast má, at útlátið frá honum kemur at ávirka lívið í
ánni, sum er gýtingarplássi hjá sílunum.
Samanumtikið
Upprunaliga
Hvør upprunastøðan í vøtnunum var, ber bert til at siga í ein ávisan mun. Vøtnini hava verið
ávirkaði av menniskjum síðan landnámstíðina, tí við seyðinum broyttist lendið og harvið vøtnini.
Fyri at vita hvussu vøtnini vóru áðrenn stórvegis broytingar hendu í nýggjari tíð, áðrenn tað intensiva
landbrúkið, er nokk best at hyggja eftir teimum vøtnum, sum eru minni ávirkaði av menniskjum. Tó,
Sandsvatn og í minni mun Gróthúsvatn eru rættiliga serstøk, og tí ber illa til at samanlíkna tey við
onnur vøtn. Tað, sum vit hava at ganga eftir, til at siga hvussu vøtnini eiga at vera, er vitan um, hvørji
djóra- og plantusløg hava livað har, og henda vitan er ikki stór. Tískil ber ikki til við vissu at siga,
hvussu broyttu vøtnini vóru upprunaliga. Vit kunnu einans siga við vissu, at tey vóru annarleiðis enn
í dag. Vit vita, at tað vóru færri tøðevnir og í Sandsvatni var ikki so óklárt, og síl vóru til staðar.
Vøtnini
Sandsvatn
Av feskvatnsfi skum fi nnast øll sløg, sum vit kenna í Føroyum, uttan bleikja, í Sandsvatni. Vit kenna
einans til broytingarnar, sum viðvíkja Sjósílunum. Staðfestast kann, at vatnið hevði eina ørgrynnu
av sjósílum fyrr, og líkt er til, at í dag eru næstan eingi. Hví Landt einans nevnur Sørvágsvatn og
Toftavatn, sum góð sílavøtn, man vera tí at hann var best kendur norðanfyri, og tí ikki kendi nakað
Page 16
hidden
16
stórvegis til Sandsvatn. Høst nevnir stutt eftir Landt, at sjósíl fáast mest í Saksunar- og Sandsvatni.
Nøgdin av sjógvi í Sandsvatni ger tað í ein ávísan mun brakt, og hetta er sermerkt fyri Sandsvatn.
Aðrastaðni hevur verið víst á ávísar munir ímillum fesk vøtn og brak vøtn. Millum annað, so kunnu
tøðrík brakvøtn vera meira óklár enn fesk vøtn, hóast mongdin á vatnplantum er tann sama. Tað, at
Sandsvatn er brakt, hevur ávirkan á vistskipanina og sæst m.a. aftur í, at kransnálaalgan Tolypella
nidifi ca veksur her. Margfeldið av størri vatnplantum í Sandsvatni er høgt, 14 sløg. Útbreiðslan av
hesum plantum er lítil, einans 18%. Hetta er møguliga ein orsøk til, at vatnið er óklárt, og málið eigur
møguliga at vera, at fáa fl eiri plantur at vaksa á botninum. Útfrá plantuvøkstri og útbreiðslu kann tí
sigast at Sandsvatn er miðaltøðríkt.
Tá tølini hjá Norlake (Sí Talvu 1) verða samanlíknað, sæst at Sandsvatn við pH 8,5 liggur næstan
2 virðir hægri enn hini. Danielsen (1999) mátaði pH í Sandsvatni til at vera 6,7, í Gróthúsvatni 6,8
og í Stóravatni 6,7, umleið tað sama sum hini vøtnini. Tølini frá Norlake vísa eisini at TP nøgdin í
Sandsvatni var 43 µg/l. Tað er meira enn fi mm ferðir miðal av hinum fi mm vøtnunum í kanningini.
Samanlíknað við vøtnini á Sandi er munurin ikki so stórur, tó tað liggur nakað omanfyri. Hetta
samsvarar við tølini hjá Danielsen (1999). Eisini TN virðið, uppá 230 µg/l, er hægri enn miðal. Sostatt
sær tað út til, at Sandsvatn er tøðríkari enn fl est onnur vøtn í Føroyum. Eftir onkrum útlendskum máti
merkir TP nøgdin, at vatnið er miðaltøðríkt, men av tí at vøtnini í Føroyum eiga at vera sera tøðfátøk,
so eiga vit at nýta konservativ mát, og tá kann vatnið sigast at vera tøðríkt (Sí mynd 9). TN nøgdin er
ikki stór, og eftir henni er vatnið tøðfátækt, men táttar í miðaltøðríkt.
Tey fólk (miðnáms-, læraraskúlafl okkar o.o.), sum hava gjørt kanningar av Sandsvatni, eru á einum
máli um, at vatnið er tøðríkt. Eisini síggja tey hetta aftur í lívinum í vatninum og øðrum ábendingum,
so sum nógv lívrunnin móra, djórasløg sum geva ábending um dálking og annað tílíkt. Víst verður
eisini á, at dálkingin ikki sæst líka væl allastaðni á vatninum. Tað er áhugavert, at tað kenst svávul-
brint luktur frá botntilfari (H
2
S). Hetta kemst av at niðurbrótingin fer fram uttan ilt. Men svávul er ikki
í reinum feskum vatni, og hetta er enn eitt prógv um, at sjógvur er blandaður uppí. Svávul-brint er ein
eiturgass og kann, um illa vil til, bløðra úr botninum og drepa djóralívið har á leiðini.
Danielsen (1999), sum beinleiðis hevur kannað vatngóðskuna, vísur á ábendingar um, at vatnið
er tøðríkt við og hevur nógv av lívrunnum tilfari. Útfrá samlaðu fosfatnøgdum (TP) ger hon tað
niðurstøðu, at vatngóðskan er stak vánalig.
Orsøkin til broytingarnar í vatninum skal uttan iva fi nnast í lívfrøðiligu dálkingini, sum er orsakað
av tøðsøltum, einamest fosfati og lívrunnum tilfari. Men trupult er at siga, hvør høvuðskeldan til hesa
dálking er: Meginskúlin við sínum nógvu næmingum, teir partarnir av bygdini hvørs frárensl fer í
vatnið ella landbúnaðurin.
Mynd 11. Sandsvatn
Page 17
hidden
17
Gróthúsvatn
Tað renna einans smærri gil og áir í Gróthúsvatn, og ein kann rokna við, at útskiftingin av vatni er
heldur lítil. Hetta hevur týðning, tí rundan um Gróthúsvatn er lendið dyrkað og vatnið fær uttan iva
rættaliga nógv av tøðevnum haðani. Í mun til onnur vøtn í Føroyum, er tað sera nógv av tøðevninum
fosfat (Sí Talva 1). Men í mun til hini vøtnini á Sandi er tað ikki óvanliga nógv. Leiðingsevnið er
rættiliga høgt, tá samanlíknað verður við vøtn aðrastaðni í Føroyum, men nógv verri enn í Sandsvatni.
Orsøkin man vera ávirkan frá havinum.
Í mun til onnur vøtn hevur Gróthúsvatn nógvar “langskudsplanter” sertakliga tjarnaksa sløgini og
tjarnartindakoll og áartúsundblað.
Danielsen (1999) vísur á ábendingar um, at vatnið var tøðríkt og at tað útfrá samlaðu fosfatnøgdum
(TP) var vánalig vatngóðska.
Vatnið er kent fyri at hýsa einum meingi av fugli, eisini nógvum sløgum, sum eru óvanlig fyri
Føroyar.
Tað er av stórum týðningi, ikki einans fyri hetta økið, men fyri alt landið, at vatnið og økið
rundanum verður vart, soleiðis at bæði plantu- og fuglalívinum er lív lagað. Hetta verður best gjørt
við at minka um ávirkan frá menniskjum. Í fyrstu atløgu at steðga tí gongd har upprunalendið verður
tillagað menniskjanslig endamál, tildømis, at bøurin verur veltur og lyngurin brendur. Í aðru atløgu,
at steðga dálkingini av vatninum og økinum rundanum frá mannakeldum. Í triðju atløgu at bøta uppá
tann skaða, sum longu er hendur, hetta kann gerast við at lata bøin venda aftur til uppruna lendið,
reinsa vatnið o.s.fr.
Stóravatn
Tað er ikki óvanligt at ritur sita í stórum tali á Stóravatni. TP virðini í Talvu 1 benda á at vatnið
er sera tøðríkt. Hóast TP virði fyri Stóravatn hjá Danielsen ikki er sera høgt, so var ein ætiblóming
har, sum bendir á tøðríkar umstøður. Hon metti eisini vatngóðskuna, útfrá TP at vera minni góða.
Danielsen (1999) skrivar at vatnið var óklárt og tað kemst møguliga av blómingini. At vatnið er óklárt
kann eisini skyldast, at sílini eta botndjór á hesum vatninum og harvið róta í botntilfarinum.
Norðara Hálsavatn
Í Norðara Hálsavatni eru síl. Her plagar at vera heldur meira fuglur enn í Heimara Hálsavatni.
Norðara hálsavatn liggur beint uppat einum dyrkaðum lendi og má væntast at vera nakað tæðað, hóast
lendið í stóran mun ger, at tað rennur frá vatninum.
Heimara Hálsavatn
Nakað minni av fugli sigst vera í Heimara Hálsavatni enn í Norðara Hálsavatni.
Mynd 12. Stóravatn
Page 18
hidden
18
Um Norðara Hálsvatn er tæðað, so má roknast við, at Heimara eisini er, tó í minni mun, tí tað rennur
úr tí Norðara í tað Heimara.
Niðurstøða
Lýsingin av vøtnunum
Vøtnini eru her lýst útfrá tilfari, sum er funnið um tey og tí, vit við vissu vita um tey.
Um Sandsvatn kann stutt sigast, at tað við stórari vissu er tøðdálkað. Hesa niðurstøðu fi nna vit
í øllum teimum nýggjaru kanningunum: Norlake, vatnkvalitets kanningin hjá Danielsen og tær
kanningar, sum skúlarfl okkar og onnur hava gjørt. Hetta er uttan iva orsøkin til, at so lítið er til av
sjósílum.
Tiltøk at seta í verk
Tað er av størsta týðningi, at minka um nøgdina av tøðevnum og lívrunnum tilfari, ið verður latið
í Sandsvatn.
Mælt verur til, at løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, við broytingum,
verður fylgd og at tær heimildir, sum hon gevur bý- og bygdarráðum verða nýttar til at forða fyri
meira dálking frá teimum niðanfyri nevndu keldum. Av tí at tað er trupult at siga hvør kelda er mest
dálkandi tær ikki raðfestar.
• Frárensl frá tæðing av bønum
• Frárensl frá súrhoyggjabrunnum og ballum
• Frárensl frá bygdini (sethús, fjós o.a.)
• Frárensl frá dunngarðinum inni í Dal
• Frárensl frá Meginskúlanum
Framtíðar kanningar
Um Sands kommuna sjálv skal standa fyri kanningunum og skal fylgja við lívfrøðiligu gongdini
í vøtnunum, so kann bókin hjá Abrahamsen (1994) Biologiske ferskvands undersøgelser brúkast, tí
hon er ætlað til tílíkar kanningar. Ávísar tillagingar mugu gerast av teimum kanningum sum eru lýstar
har. Men við vegleiðingum, sum í har standa, kann neyvt sigast í hvønn mun vøtn eru tøðfátøk ella
tøðrík osfr.
Plantuæti
Plantuæti í vøtnum er ein høvuðsorsøk til óklárheit, ilttrot o.a. Plantuæti er tað í vatninum sum mest
beinleiðis verður ávirkað av nøgdini av tøðevnum, og tað kann tí nýtast sum ábending um tæðing.
Tí eigur gróðurframleiðslan í øllum vøtnunum at kannast við einari sonevndari kolevni-14 kanning.
Henda kanningin kann siga nakað um:
• Samlaðu plantuætiframleiðsluna
• Tøk tøðevnir
Page 19
hidden
19
Tøðevnir
Kanna tøðevnis virðini í Sandsvatni og Gróthúsvatni, og eisini í áum, gilum og rennum, sum renna
í Sandsvatn og Gróthúsvatn. Sýnini mugu takast ymsa staðni í vatninum og somu støð mugu vitjast
aftur fl eiri ferðir í árinum. Henda kanning kann siga nakað um:
• Hvaðani dálkingin í vatninum stavar.
• Hvussu nógv tøðevni stava frá hvørjari keldu.
Lívrunnið tilfar
Mest nýtta kanning til at kanna nøgdina av niðurbrótiligum lívrunnum tilfari í vatni er BI
5
. Henda
kanningin eigur, umframt í vatninum, eisini at gerast í áum, gilum og frárenslum og kann siga nakað
um:
• Nøgdina av lívrunnum tilfari
• Iltnýtslu
pH
pH er sera umráðandi fyri lívið í vatninum og kann saman við gróðurkanningini vísa, um gróðurin
er so mikil, at hann tekur CO
2
í so stórum nøgdum, at pH ávirkast – og fær virðir, sum ikki eru góð
fyri lívið í vatninum.
Ilt
Tað er av stórum týðningi at gera eina greiða mynd av hvat umhvørvi er í vatninum. Ein
týðningarmikil faktorur fyri lívið er iltnøgdirnar.
Borisýni
Gera eina borisýnis kanning av Sandsvatni og Gróthúsvatni. Henda kanning kann siga nakað um:
• Hvør gongdin í tøðevnisútlátinum hevur verið.
• Hvussu nógv móra er løgst á botnin orsakað av hesum.
• Hvussu nógv tøðevnisútlát kann væntast úr botnmóruni.
• Hvørt tað verður neyðugt at taka botnmóruna burtur.
• Hvørt onnur evnir eru komin í vatnið, t.d. frá grótbroti, verkstaði ella skúlanum.
Uppskot
Miðmámskúlanæmingar við lærarum hava gjørt kanningar á Sandsvatni. Men hesar kanningar hava
ikki verið samskipaðar. Tað hevði givið bæði hesum kanningum og øðrum kanningum eitt ískoyti,
um tær allar vóru samskipaðar. Sands kommuna eigur at vísa á nøkur ynski, um hvar og hvussu
kanningar skulu gerast framyvir. Tá kunnu tær geva bæði skúlum og Sands kommunu betri tilfar at
arbeiða útfrá.
Tó hesar kanningar mugu takast við fyrivarni. Tað er sera torført hjá óroyndum fólki at greina hesi
djóra- og plantusløg rætt. Eisini tær teknisku evnafrøðiligu royndirnar kunnu geva skeiv úrslit, um
ein ikki er royndur. Um betri nýtsla skuldi fi ngist úr teimum, so krevur tað, at fólk, sum arbeiða við
hesum eisini eru við – um ikki annað, so skal eitt ávíst grundtilfar vera at arbeiða útfrá hjá skúlunum,
t.d. yvirlit yvir djóra- og plantusløg, sum kunnu væntast at koma framá, hvar skeivleikar kunnu stinga
seg upp í evnafrøðiligum kanningum o.s.fr.
Page 20
hidden
20
Heimildir
Skrivaðar
Abrahamsen, Sv. E. 1994, Biologiske ferskvandsundersøgelser, 3. udg. Teknisk Forlag, København.
Brönmark, C. & Hansson, L.-A. 1998. The biology of lakes and ponds. Oxford University Press,
Oxford.
Føroya Ferðamannafelag. Trout-fi shing in the Faroes.
Christoffersen, K. 2002. Previous studies of freshwater biota in Faroese lakes. Ann. Soc. Scient.
Faeroensis Suppl. 36: 7-13.
Dali, S. í. 1993. Uppmátingar av vøtnum
Danielsen, J. F. 1999. Kartlegging av plante plankton og vannkvalitet i ferskvann på Færoyene
Fog, K. 1971. Land and Freshwater Mollusca. In: Spärck, R. og Tuxen, S.L. (eds.). 1928-1971. The
Zoology of the Faroes III(I): LVII. 1-38
Fosaa, A. M. 2001. A Review of Plant Communities of the Faroe Islands. Fróðskaparrit, 48: 41-54.
Hansen, T. 1981. Náttúrusøga, 8. skúlaár. Føroya skúlabókagrunnur. Tórshavn.
Heath, M. F. & Evans, M. I., eds. 2000. Important Bird Areas in Europe: Priority sites for conservation.
2 vols. Cambridge, UK: BirdLife International (BirdLife Conservation Serios No. 9).
Jensen, Frank. 1987. Notes on the benthic stream fauna on the Faroe Islands. Natura Jutlandica.
Jensen, J. P., Christoffersen, K., Landkildehus, F., Søndergaard, M., Jeppesen, E. og Bagger, J. 2002.
Water chemistry of fi ve Faroese lakes. Ann. Soc. Scient. Faeroensis Suppl. 36: 34-38.
Jeppesen, E., Christoffersen, K., Malmquist, H. J., Faafeng, B. og Hansson, L.-A. 2002. Ecology of
fi ve Faroese lakes: summary and synthesis. Fróðskaparrit, 50:129-142.
Joensen, J.S. og Tåning, Å.V. 1970. Marine and Freshwater fi shes. In: Spärck, R. og Tuxen, S.L.
(eds.). 1928-1971. The Zoology of the Faroes III(I): LXII-LXIII
Jonsson, B. og Matzow, D. 1979. Fisk i vann og vassdrag. Aschehoug, Oslo.
Mortensen, L. E. 2002. The geology and physical geography of some lakes in the Faroe Islands. Ann.
Soc. Scient. Faeroensis Suppl. 36: 14-27.
Naturfredningsrådet. 1987. Dagbogsnotater fra en besigtigelsestur til Færøerne maj 1986.
(unpublished report).
Nørrevang, A. og Lundø, J. 1982. Færøernes Natur. Danmarks Natur, Vol. 12. Politikens Forlag A/S
Rasmussen, J. 1981. Øldir og upphav.
Rutherford, G.K. (ed.). 1982. The physical environment of the Faroe Islands. Dr. W. Junk Publishers.
Monographiae Biologicae 46
Schierup, H.-H., Mjelde, M. og Bagger, J. 2002. Aquatic Macrophytes in six Faroese lakes. Ann. Soc.
Scient. Faeroensis Suppl. 36: 47-58.
Sørensen, S. og Bloch, D. 1990. Fuglar í Norðurhøvunum. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn.
Vestergaard, T. og Dam, M. 1997. Áir og Vøtn. Í: Føroya umhvørvi í tølum – 1997. Heilsufrøðiliga
Starvsstovan.
Samskifti
Birgir Mohr
Erik Jeppesen
Finnur Lützen
Hans Joensen
Jens Bagger
Niels Jacobsen
Ólavur Clementsen
Page 21
hidden
21
Orðalisti
Æti: Plankton.
Blóming: Tá nógv verður til av plantuæti ella cyanobakterium, oftast á vári.
Botnvending: Tá tilgongdir í botnmóruni elva til luftlummar í botnmóruni, sum síðani bløðrar upp
og ofta tekur part av botmóruni við.
Brakvatn: Blandað feskt og salt vatn.
Cyanobakteria: Frumframleiðandi bakteriur.
Dálking: Tá óynskt evnir ella lutir verða latin, har tey ikki hoyra heima.
Djóraæti: Zooplankton.
DNARP: Danish North Atlantic Research Programme.
Dystrof: Vøtn hvørs tøðevnir stava aðrastaðni frá.
Eutrofi ering: Gongdin frá tøðfáækum ella miðal tøðríkum vatni til tøðríkt vatn.
Føðilið: Trofi sk niveau, t.e. plantur Æ plantuátarar Æ ránsdjór Æ osfr.
Frumframleiðari: Plantur, cyanobakteriur o.a. sum sjálvt kann framleiða lívrunnin evnir frá einklum
evnum. Primerproducent.
Frumframleiðsla: Lívrunnin evnir framleidd av Frumframleiðara, tvs plantuæti o.a. er
frumframleiðsla.
Glersetingin: Ístíðin.
Jarðskorpu virksemi: Tektoniskt virksemi.
Jón: atom ella mýl við ravmagnsløðing.
Køvievni: Nitrogen
Leggstreingjaplantur: Vascular plants.
Leiðingsevni: Er eitt mát fyri hvussu nógv salt er loyst í vatnið. Søltini kunnu stava ymsastaðni frá,
eitt nú dálking og sjógvi.
Miðal tøðrík: Mesotrof.
Mýl: Molekyle.
Norlake: Cross-system analysis of the variation in biological structure and dynamics of North
Atlantic lakes related to variations and changes in climate and land use. (Sí: http://thule.oulu.fi /
narp/Projects/b_biodiver/Jeppesen.htm )
Plantuæti: Phytoplankton.
Plantur festar á undirlag: Periphytic algae.
Sera tøðrík: Hypertrof.
Smávera: Danskt: Mikrobe, mikroorganisme.
Størri vatnplantur: Aquatic macrophytes.
Sýni: Prøvi.
TN: Køvievni fi nst í vatni í fl eiri evnafrøðiligum bindingum. Total Nitrogen, Samlað Køvievnis nøgd
verður roknað fyri at geva ábending um, hvussu nógv er tøkt hjá livandi verum.
Tøðfátøk: Oligotrof.
Tøðrík: Eutrof.
TP: Fosfor fi nst í vatni í fl eiri evnafrøðiligum bindingum. Total Phosphorus, Samlað Fosfor nøgd
verður roknað fyri at geva ábending um, hvussu nógv er tøkt hjá livandi verum.
Vatnplantur: Algae.

Sign up today - FREE

Mendeley saves you time finding and organizing research. Learn more

  • All your research in one place
  • Add and import papers easily
  • Access it anywhere, anytime

Start using Mendeley in seconds!

Already have an account? Sign in

Readership Statistics

3 Readers on Mendeley
by Discipline
 
by Academic Status
 
33% Student (Master)
 
33% Ph.D. Student
 
33% Researcher (at an Academic Institution)
by Country
 
67% Faroe Islands
 
33% United Kingdom